- Ábendingar eru um, at tíðirnar fara at batna aftur, so vit eru bjartskygd um framtíðina.
Tað segði Janus Petersen, stjóri í BankNordik, við Rás2 nú á miðdegi.
Hann sigur, at tíðirnar hava verið vánaligar og tá er vanligt, at stígur kemur í húsabyggingina og húsahandlar annars, og tey, sum hava lán, leggja seg eftir at rinda tey aftur.
Men nú er nýtslan farin at kvinka upp eftir og nýggj arbeiðspláss eru sett á stovn.
Samstundis eru ábendingar um, at eisini húsaprísirnir kvinka uppeftir og harafturat er tørvurin og áhugin at gera íløgur, veksandi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu stjórin í BankNordik metir um støðuna í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á rás2.