Framtíðin hjá Noah er í Sarpugerði

Betri deildin menn: 19 ára gamli miðvallarin hevur gjørt nýggjan sáttmála við Víking

Víkingur hevur í kvøld gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Noah Hans Mneney. Tað hevur ljóðað, at stríðsmaðurin á miðjuni hjá Víkingi hevur eitt mál um at spæla uttanlands, men fyribils verður hann sáttmálabundin í Sarpugerði í tvey ár.

 

- Noah, sum er fuglfirðingur, kom út um eið at spæla fótbólt sum 16 ára gamal, og sigast má, at hann hevur ment seg nógv og er ídag ein av berandi kreftunum á okkara Betri liðið. Stríðsmaður sum fáur og tí var tað ikki óvæntað, at hann ímóti kappingarenda í ár bleiv úttikin á A-landsliðið, eftir at hava verið partur av ungdómslandsliðunum seinastu árini, skrivar Víkingur.

 

Noah Mneney er tilnevndur til árins ungi spælari í føroyskum fótbólti í ár. Um hann vinnur verður avdúkað á Fótbóltsgalla 2022, sum verður í annaðkvøld klokkan 20.