Framtíðin hjá Bussleiðini í Havn undir sjóneykuna

Býurin er nógv broyttur og tað krevur eisini, at Bussleiðin verður løgd um

Skal Bussleiðin í Havn framhaldandi verða ókeypis? Skulu bussarnir koyra meiri um vikuskiftini og skulu bussarnir koyra meiri til Kollafjarðar?

 

Hetta eru spurningar, Tórshavnar Býráð fer at viðgera næstu tíðina.

 

Elin Lindenskov, forkvinna í Tekniskunevnd í býráðnum, staðfestir, at Kommunan er nógv broytt seinastu og at tað ger tað eisini neyðugt at endurskoða Bussleiðina.

 

Hon sigur, at onkrar broytingar kunnu setast í verk hampiliga skjótt, men aðrar broytingar, sum eru meiri grundleggjandi, mugu bíða til Bussleiðis verður boðin út aftur av nýggjum, tá ið sáttmálin gongur út í 2018.

 

- Hóast tað er leingi til Bussleiðin verður boðin út, ætla vit at taka málið upp í góðari tíð, sigur forkvinnan í Tekniskunevnd.

 

Nakrar atfinningar, sum hava verið ímóti Bussleiðini, er, at sambandið til nýggja Boðanesheimið er so vánaligt.

 

- Tað er nógv virksemi knýtt at Boðanesheiminum, so tann spurningin fara vit at viðgera, sigur Elin Lindenskov.

 

Tað sama fer at gera seg galdandi, tá ið Marknagilsdepilin verður liðugur í 2016 og somuleiðis um ein nýggjur stórskúli verður bygdur í Vesturbýnum.

 

Tað hevur eisini fýlst á, at tað eru ov fáir túrar til Kollafjarðar og tann spurningurin verður eisini tikin upp.

 

- Og so fara vit eisini at kanna um tað hevði borið til at skipa bussarnar soleiðis, at tað ber til at fáa súkklur við í teir, ella í hvussu so er í nakrar av bussinum.

 

Elin Lindenskov vísir á, at koyringin hjá Bussleiðini er avmarkað um vikuskiftið. Tað er eisini ein spurningur, sum verður eftirmettur og í hesum sambandi verður eisini mett um, antin ferðaætlanin skal broytast, so at hon passar betri til tørvin hjá fólki, eitt nú skúlanæmingum.

 

Forkvinnan í Tekniskunevnd sigur, at tey nú fara at útgreina, hvat tær ymsu broytingarnar fara at kosta, og hvat ber til fíggjarliga.

 

Men hon ivast ikki í, at spurningurin um Bussleiðis skal framhaldandi skal vera ókeypis, fer eisini at verða tikin fram í hesum sambandi.

 

Sjálv tekur hon heilhjartað undir við, at Bussleiðin framhaldandi skal vera ókeypis, tí tað skal vera ein tænasta til borgararnar.

 

- Vit byggja stór ítróttarverkløg sum eina tænastu til borgarar. Bæði fótbóltsvøllir og rennibreyt eru ókeypis og ein ókeypis bussleið eigur eisini at vera ein ókeypis tænasta, heldur Elin Lindenskov.