Framtíðartryggja vatnið á Skálafjørðinum

Ferð verður nú sett á stóru vatnverkætlanina hjá Runavíkar kommunu.

RTS Contractore og Runavíkar kommuna hava undirskrivað sáttmála, eftir at RTS vann innbodnu lisitatiónina um vatnverkætlanina hjá Runavíkar kommunu.

 

Runavíkar kommuna sigur í dag, at ferð verður nú sett á stóru vatnverkætlanina, og hendan ætlan kemur at framtíðartryggja bæði vestara og eystara arm á Skálafjørðinum við vatni.

 

- Byrjað varð í 2013, men nú verður verulig ferð sett á arbeiðið, sum endaliga skal verða liðugt í 2016. 

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið varð boðið út, og tað var RTS Contractors í Runavík, sum vann innbodnu lisitatiónina.

 

Fríggjadagin 6. februar varð sáttmáli undirskrivaður í býráðssalinum millum RTS og Runavíkar kommunu.

 

Á viðheftu mynd síggjast Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Svend Lamhauge, stjóri í RTS.