Teir fýra limirnir, ið landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur valt í nevndina fyri Framtaksgrunnin, hava á nevndarfundi í dag valt Árna M. Dam upp í nevndina.
Nevndin hevur skipað seg við Dagmar Joensen sum forkvinnu og Árna M. Dam sum næstformanni. Hini í nevndini eru Hans Andrias Joensen, Sjúrður Horsdal og Eyðna Justinussen.
Carl á Lag var annars júst valdur í nevndina fyri Niels Winther Poulsen, sum legði frá sær. Men Carl á Lag valdi beinanvegin at taka seg aftur.
? Tað hevur verið mótmælt frá pørtum av vinnuni, og eg føli eisini okkurt frá politiskari síðu. Eg havi ongan hug at draga mín persón, mína familju ella mítt virksemi ígjøgnum rumbul, og tí havi eg sagt meg úr nevndini.
Bjarni Djurholm hevur tikið støðuna til eftirtektar og valdi Hans Andrias Joensen úr Thor í Hósvík í nevndina í staðin.
Carl á Lag er farin úr nevndini, tí dagliga arbeiði hansara fyri P/F SNG kann seta hann í eina tvístøðu, tá viðurskifti hjá feløgum í Framtaksgrunninum skulu viðgerast. Sum skilst gjørdi eitt nú Fiskasølan vart við sína ónøgd.








