Framtaksgrunnurin letur rakstrarlán til Smyril Line

Framtaksgrunnurin fer at lata Smyril Line lán til raksturin. Tað váttar nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum, Dagmar Joensen. Hon vil ikki nevna nakra upphædd

Framtaksgrunnurin fer eins og hetlendski oljugrunnurin at lata Smyril Line rakstrarlán. Tað váttar Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunninum.
Dagmar Joensen vil tó ikki siga nakað nágreiniligt krónutal, sum Framtaksgrunnurin fer at lata Smyril Line. Bert tað, at tað verður í mun til ognarpartin í felagnum. Framtaksgrunnurin eigur 16,9 prosent av partapeninginum í Smyril Line, sigur nevndarformðaurin í grunninum.
Leiðslan í Framtaksgrunninum hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu verður við framhaldandi at seta partapening í Smyril Line.
Ikki annað enn, at um peningur í framtíðini verður settur í felagið, verður tað sum partapeningur, sigur Dagmar Joensen. Tað, at grunnurin nú fer at lata flagnum rakstrarlán, er eitt eingangsfyribrigdi, skilst á henni. Tað verður gjørt fyri at hjálpa upp á fíggjastøðuna hjá Smyril Line her og nú.
Tað hevur verið nevnt, at Framtaksgrunnurin, eins og hinir stóru partaeigararnir í Smyril Line, hevur givið prisipiella tilsøgn um at seta meira partapening í felagið.
Men enn veit eingin, heldur ikki leiðslan í Frmataksgrunninum, um tað yvirhøvur verður til nakað við tí.
Sum skilst á nevndarformanninum í Framtaksgrunninum, er avgerðin ikki meira bindandi enn so, at um leiðslan í Smyril Line ikki kemur við eini ætlan, sum nevndin í Framtaksgrunninum heldur vera nóg skilagóða, so verða ikki fleiri pengar settir í Smyril Line.
?Støðan er tann, at hatta verður viðgjørt sum eitthvørt annað mál, og kemur leiðslan í Smyril Line við eini ætlan, sum vit halda vera skilagóða, fara vit at taka støðu eftir, tí, sigur Dagmar Joensen, nevndarformaður í Frmatkasgrunninum.
Tó sigur hon, at tað, at ein prinsipiell tilsøgn um at hækka partapenignin er givin, skal takast sum ein ábending um, at Framtaksgrunnurin er sinnaður at vera við til at halda Smyril Line flótandi, sigur hon.
Dagmar Joensen vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, her fyri segði við Útvarpið um, at Framtaksgrunnurin í fyrsta umfari eigur at sleppa undan at hugsa um gjald sítt til landskassan. Landsstýrismaðurin metti Smyril Line hava so stóran samfelagsligan týdning, at Framtaksgrunnurin skuldi brúka alla sína arbeiðsorku upp á tað málið.
?Vit viðgera ikki politisk mál, er einasta viðmerkingin frá nevndarformaanninum í Frmataksgrunninum.
Tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar, at frætta frá leiðsluni í Tryggngarfelagnum Føroyum, um eisini Tryggingarfelagið fer at lata rakstrarlán til Smyril Line.