Framtaksgrunnurin fíggjaði keypið av Formula

Tað er Framtaksgrunnurin, sum er komin við fíggingini, tá starvsfólkini herfyri keyptu ein part av kt-fyritøkuni Formula. Tað vísa seinastu broytingarnar í partafelagsskránni, sum Business-Line hevur samlað á heimasíðu sínari. 

 

Framtaksgrunnurin er partaeigari í einum nýggjum partafelagi, p/f Seiggi, saman við starvsfólkum í Formula.

 

Tað ljóðaði, at tað vóru starvsfólkini í Formula, sum herfyri keyptu 44 prosent av partabrøvunum í KT-fyritøkuni frá Føroya Tele.

 

Fróði Magnussen, stjóri í Formula Føroyar, er eisini nevndarlimur í Framtaksgrunninum. Hann er eisini nevndarformaður í Seiggi. Árni Arge, fíggjarstjóri í Formula er stjóri í Seiggi. Hinir nevndarlimirnir í Seiggi eru Niels Dann West, stjóri í Framtaksgrunninum, Vivi Egholm, ráðgevi í Framtaksgrunninum, Eyðun Thorsvig, deildarleiðari í Formula og Gert Hansen úr Formula.

 

Niels Dann West, stjóri í Framtaksgrunninum, vil ikki upplýsa, hvussu nógv Framtaksgrunnurin hevur spýtt í keypið av Formula ella hvussu stóran part, Framtaksgrunnurin eigur av p/f Seiggi, men sigur tó, at Framtaksgrunnurin ongantíð kann eiga meiri enn helmingin av eini fyritøku.