Økismenning
Áki Bertholdsen
? Tað er stórur tørvur er á einum økismenningarfíggingarstovni í Føroyum.
Tað er ein av niðurstøðunum hjá Økismenningarbólkinum, sum legði álitið fram mánakvøldið
Bólkurin vísir á, at fígging hevur sjálvsagt avgerandi týdning fyri møguleikan at reka vinnuligt virksemi á einum staði ella í einum øki.
Men tað er stórur munur á, hvussu møguleikarnir eru at fáa fígging í teimum ymsu pørtunum í landinm.
? Eins og munur er á, hvussu nógv virksemi er ymsastaðni í landinum, er tað eisini stórur munur á, hvussu fíggingarmøguleikarnir eru.
Økismenningarbólkurin sigur, at sum heild verða størri krøv sett til verkætlanir í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum.
Og miðstaðarøkið, tað er í hesum føri stórir partar av Streymoy og Eysturoy.
? Heildarmyndin er sostatt tann, at fíggingarstovnar síggja størri váða í at fíggja eitt virki, ið er í t.d. Sandoy enn teir høvdu sæð í at fíggja sama virkið í Havn .
? Í sjálvum sær ger hett, at sjálv landafrøðiliga staðsetingin kann vera ein forðing, tá ið ein hevur ætlanir um at seta á stovn virki .
Og hetta darvar hetta sostatt allari vinnuligari menning uttan fyri miðstaðarøkið, sigur Økismenningarbólkurin.
Broyta Framtaksgrunnin
Bólkurin sigur, at í londunum rundanum okkum, eru almennir fíggingarstovnar og ?grunnar, ið hava til endamáls at taka henda eyka váða, uppá seg, ið vanligu fíggingarstovnarnir meta er til staðar, tá ið metast skal verkætlanir í útjaðaranum.
? Slíkir stovnar kundu tikið størsta váðan í verkætlanini á seg, soleiðis at vanligu fíggingarstovnarnir ikki mettu størri váða vera við eini verkætlan í Sandoy enn eini verkætlan í Tórshavn, bara orsakað av landafrøðiligari staðseting.
? Í hesum sambandi hevði tað verið ein gongd leið at broytt viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin, soleiðis at hann kundi virkað sum ein fíggingarstovnur, ið tók á seg størsta váðan í sambandi við verkætlanir í útjaðaranum.
? Sum nú er, metir Framtaksgrunnurin verkætlanir einans út frá møguleikunum at vinna pening, eins og vanligu fíggingarstovnarnir gera.
Harumframt heldur økismenningarbólkurin, at ein ætlan sum Sandoyar-ætlanin hevði økt munandi um møguleikarnar í t.d. syðru helvt av Suðuroy, sum enn er sera hart rakt av kreppuni.
Bólkurin sigur, at verður hugt eftir miðallønarútgjaldingunum í Føroyum frá 1995 til 1999, er tað áhugavert at síggja, at tað er Sandoyggin, sum hevur havt tann næststørsti veruliga vøksturin og tann størsta vøksturin í prosentum.
? Hetta prógvar, at lokalar loysnir, sum Sandoyarætlanin var, har tað almenna stuðlaði vinnuna, tá ið hon ikki megnaði sjálv, bera ávøkst.
? Og ivaleyst er hetta ein gongd leið í fleiri førum, heldur enn at gera torskildar lógarloysninr, ið ikki føra nakra mennin við sær, hóast tað er ætlanin við teimum.