Framtaksgrunnurin!

Nú ljóðar frá Framtaksgrunninum, at teir skulu selja 10% av partabrøvunum í Føroya Fiskavirking. Grundgevingin er tann, at F.F. nú koyrir so væl, gevur yvirskot, at nú kann seljast av fyritøkuni, og ætla teir so at selja 10% av partabrøvunum í fyritøkuni.

Svenning Borg

Vági



Hetta er skeiv áskoðan, ið Framtaksgrunnurin hevur. Eftir tí eg minnist, tá ið Framtaksgrunnurin bleiv stovnsettur, skuldu flakavirkini seljast út úr Fiskavirking, tá ið tey kundu bera seg fíggjarliga, og F.F. skuldi ikki vera til meira.

Við at selja 10% nú og so 10% nakrar ferðir til seinni, ger bara, at monopol-líknandi støðan hjá Føroya Fiskavirking heldur fram. Hví skal ikki anti trust lógin ráða í flakavirkisvinnuni, tá ið hon skal ráða í alivinnuni, at onki felag ella einstaklingur skal eiga meira enn 20% av flakavirkisvinnuni í Føroyum.

Tað fyrsta, sum framtaksgrunnurin skal selja, tað er flakavirkið í Vági. Tað er einasta virkið, ið stendur eftir, sum onki virksemi er á. Øll hini virkini, sum vóru í loysnini hjá Framtaksgrunninum, er virksemi á ella eru seld. Hví verður virkið í Vági ikki selt, tá ið keypari er til tað?

Málið má vera, at flakavirkini verða seld út úr Føroya Fiskavirking eitt og eitt og at Føroya Fiskavirking verður søga.