Føroyingar eiga at fylgja íslendingum, sum hava ein grunn, sum burturav tekur sær av at veita vinnuligum verkætlanum í útjaðaranum fígging. Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum fríggjadagin legði fram eitt uppskot um at stovna ein útjaðaragrunn við almennum milliónum.
Gongdin í útjaðaranum er so skeiv, at politikkararnir mugu gera okkurt fyri at fáa vent henni, heldur Jóannes Eidesgaard, sum legði uppskotið fram. Hann vísir á, at tað er komið fram fleiri ferðir, at fíggingarstovnarnir eru trekir at fíggja vinnulívsætlanir í útjaðaranum. Vandin fyri, at verkætlanin ikki ber seg, verður ofta mettur at vera størri í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum, sum hevur fingið nógv tann størsta ágóðan av stóru framgongdini seinastu árini.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at vinnuliga menningin er fyrsta treyt fyri trivnaði í útjaðaranum. Og tá tað er so trupult at fáa gongd á nýggjar verkætlanir, so er ringt at fáa nakra menning í lag.
- Útjaðaratrupulleikarnir eru ein politiskur trupulleiki, um vit vilja tað ella ei. Vilja vit politikarar, at tað skal verða liviligari í útjaðaranum soleiðis, at føroyingar eisini búsetast uttan fyri miðstaðarøkið, so mugu vit eisini medvirka til at fremja politisk tiltøk, sum muna fyri útjaðaran, sigur Jóannes Eidesgard.
Ein gongd leið er at stovna ein útjaðaragrunn, sum kann koma við neyðugu ískoytisfíggingini, sum peningastovnarnir ofta krevja av verkætlanum í útjaðaranum. Á henda hátt verður tað lættari at sannføra peningastovnarnir um at veita útjaðaraverkætlanum lán og fígging.
Útjaðaragrunnurin kann koma við neyðuga váðafúsa peninginum, annaðhvørt við at seta partapening í vinnuligar verkætlanir ella við láni.
Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at landsstýrið ger uppskot uppskot um ein útjaðaragrunn, og síðani kemur niðan aftur í løgtingið við uppskotinum. Ein hóskandi upphædd at seta í ein tílíkan grunn er 25 milliónir krónur, heldur Javnaðarflokkurin.
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið til samtyktar um útjaðaragrunnin.









