Ein stórur partur av føroyingum kennist í dag við umstrídda kannabis-bussin, sum flokkurin Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevur brúkt í valstríðnum. Men nú er hesin bussurin søga fyri Framtakið tí, hann er nevniliga settur til sølu á Rótikassanum.
- Vit selja hann, tí vit hava ikki brúk fyri honum meira. Valið er yvirstaðið, og vit hava ikki tørv á einum bussi, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, sum var ein av teimum, sum stillaði upp fyri Framtakið.
Valbussurin hjá Framtakinum gjørdist landakendur, tá hann eina nátt í juni mánað varð saboteraður. Onkur hevði tikið setrini úr bussinum, og morgunin eftir var eingin lykil at finna. Mikrofonin til hátalararnar í bilinum var eisini burtur. Men onkur hevði so gjørt bussin í stand aftur í loyndum, sum teir í Framtakinum fegnaðust um.
Á ólavsøku stóð kannabussurin á Tórsgøtu, har allir ólavsøkugestirnir fingu møguleikan at seta sín dám á bussin við at skriva eitthvørt á hann við einari tussj.
Bussurin hevur havt nógv at siga fyri valstríðið hjá Framtakinum. Hann hevur í øllum førum havt tað virði fyri flokkin, at fólk hava lagt merki til hann.
- Hann hevur faktiskt verið okkara plakat, tí vit hava jú ikki havt pengar til plakatir. So tá vit hava verið og koyrt við honum, hava fólk vitað, hvat tað var fyri ein bussur. Hann hevur eisini verið øgiliga hentur at hava fyri at koma runt í valstríðnum. Tað er eitt sindur undarligt at sleppa sær av við hann nú, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.