Framtak hevði við ársenda 2022 partapening í og/ ella hevði veitt lán til samanlagt 21 føroyskar fyritøkur, og Framtak gjørdi nýggjar íløgur í trý feløg í 2022 og seldi sín partapening í fimm feløgum.
- Árið 2022 hilnaðist samanlagt væl fíggjarliga, hóast grunnurin mátti staðfesta tap á summum økjum. Avkast á innistandandi í Landsbankanum var negativt við 3,2 miljónum, men hóast hetta vísti roknskapurin ein vinning eftir skatt á 2,9 miljónir krónur, sum svarar til eitt eginpeningsavkast á 4,5%.
Nevndin í Framtak metir úrslitið verða nøktandi, havandi í huga avkastið í kapitalmarknaðunum fyri 2022 og tær avbjóðingar, vinnan hevur havt í árinum við høgari inflatión.
Eginognin í Framtak var á 65,1 miljónir við ársenda 2022, og fíggjarstøðan javnvigaði við 103,4 miljónum.
- Vit ynskja framhaldandi at hava ein virknan leiklut í føroyskum vinnulívi, bæði við at menna nýggjar verkætlanir eins og at styrkja innovativ feløg við góðum vakstrarmøguleikum.
Framtak hevur sum mál at gera íløgur og veita lán fyri umleið 10 miljónir krónur um árið við einum avkasti omanfyri 10%.
- Framtak er sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger Framtak íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.
Stjóri í Framtak er Ben Arabo. Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.