Framt lógarbrot í 23 ár

GRINDAMÓTMÆLI. Felagsskapurin, Sea Shepherd, sum mótmælir grindadrápi, hevur søkt átta skip og skatt onnur seks síðani leiðarin, Paul Watson, fór til verka í 1977

Havsins verji. Velduga vónarímyndin. Flaggskipið í sjóverjuni hjá hvalum.

Við hesum stóru orðum verður skipið, Ocean Warrior, hjá Paul Watson, umhvørvismanni, marknaðarført í lýsingartilfari hjá felagsskapinum, Sea Shepherd.

Og »velduga vónarímyndin« er á veg til Føroya.

Á brúnni stendur sjálvur Paul Watson. Watson skírir seg eldhugaðan umhvørvismann. Men hann er eisini ein maður við einum óvanliga longum lista við lógarbrotum.


Søkti skip

Í 1977 stovnaði Paul Watson felagsskapin, Sea Shepherd. Hann var sama árið tveittur úr Greenpeace, tí hann var farin harðliga fram móti kobbaveiðumonnum. Ta ferðina tveitti hann lurkar og skinn hjá veiðimonnunum í havi. Úrslitið var, at Greenpeace varð dømt at missa skattafyrimunir sínar í USA.

Tvey ár seinni renda hann við vilja á hvalaveiðibátin, Sierra, men skipið sakk ikki. Tískil royndi hann aftur. Í 1980 søkti hann sama skip við minum í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon.

Í 1981 søkti Paul Watson tvey skip. Hetta hendi í spanska havnarbýnum, Viga. Talan var um hvalaveiðibátarnar, Ibsa I og Ibsa II.


Lívið í vága

Flestu føroyingar minnast tá ið Watson var í Føroyum í 1986. Í Føroyum varð Watson skrivaður fyri at hava skotið við línubyrsu eftir føroyskum løgreglumonnum. Hann ætlaði at søkka gummibátin, sum teir sigldu í. Í løgreglufrágreiðingini stendur, at Watson setti lívið hjá løgreglumonnum í vanda.

Umframt at skotið varð, tveittu Watson og teir signalljós við fosfori í eftir løgregluni. Hetta fosfor er sera vandamikið, tí tað bæði logar og etir seg inn í holdið á monnum.

Eisini ætlaði Watson at seta eld á bensin, sum stoytt varð á sjógvin har sum gummibátarnir hjá sjóverjuni sigldu. Men tað miseydnaðist, hóast signalljós at kynda við vórðu tveitt fyri borð.


Til reiðar at skjóta

Sama árið sum Watson gjørdi burtur úr sær í Føroyum, tóku hann og felagsskapurin ábyrgdina av at hava søkt tveir hvalaveiðibátar í Reykjavík. Eisini søgdu teir seg hava framt umfatandi herverk móti hvalastøðini uttan fyri býin.

Ein teirra, sum gjørdi arbeiðið fyri Watson, Rodney Corronado úr USA, er enn eftirlýstur sum yvirgangsmaður.

Fimm ár seinni, í 1991, gjørdi Watson seg inn á eitt meksikanskt fiskiskip. Í einum av skipum sínum hevði Watson rent á fiskiskipið ferð eftir ferð, og stórur skaðið stóðst av hendingini. Undir tilburðinum vórðu fleiri av manningini umborð á skipinum hjá Watson alvápnaðir. Sama árið váttaði Watson í amerikonskum bløðum, at hann altíð var fyrireikaður at møta vandamiklum fólkum.

- Og eg eri til reiðar nýta skotvápn at ræða og verja okkum við, gjørdi hann greitt í somu bløðum.


Lat botnventil upp

Í 1992 legði Watson aftur eftir fiskiskipum. Hesaferð vóru trý skip úr Kosta Rika álopin av Watson og hansara stuðlum. Skotið varð eisini eftir kostarikansku manningini, og tveir mans vórðu raktir. Men skotini vóru ikki skørp, so menninir fingu bara ilt.

Sama ár royndi Watson at søkka hvala- og fiskibát í Lofoten við at lata botnventilarnar upp. Royndin miseydnaðist, men skipið fekk stóran skaða.


»Tit háða okkum«

Í 1993 gav Watson boð um at skjóta við kanón eftir japonskum fiskiskipi. Sama ár sigldi hann við fullari ferð mót einum teivanesiskum fiskiskipi meðan hann rópti gjøgnum sendaran, at »...vit sigla tykkum niður, tí tit drepa ov nógvan smáhval og tí tit háða okkum við at kalla okkum andstyggiligar...«.

Seinni royndi Watson aftur at søkka skip við at loysa botnventilin. Tað var um reppið, at fiski- og hvalaveiðiskipið, Senet, sakk undir hesi atgerð, sum var framd í Gressvik í Noreg.


Yvirgangsfelagsskapur

Tá ið 1993 var farið at halla, almannakunngjørdi Watson, at hann og felagsskapurin higartil høvdu søkt 8 skip og skatt onnur 6. Árið eftir varð hann tveittur úr sínum eygleiðarasessi í altjóða hvalaveiðinevndini, IWC.

Samstundis fordømdi IWC felagsskapin hjá Watson, og skírdi hann ein yvirgangsfelagsskap.