Eirikur Lindenskov
Kunningarstovan í Havn verður húsvill. Tað er Føroya Banki, sum eigur húsini í N. Finsensgøtu, sum seinastu árini hava hýst Kunningarstovuni, sum tó hevur fingið í boði at flyta í onnur høli.
Nær og hvar hetta kann gerast, hevur Kunningarstovan tó einki fingið at vita um enn.
? Vit kunnu beinanvegin siga frá, at vit hava ongan áhuga í at taka av hesum tilboð, sigur Thordur Thorsteinsson, sum er formaður í Felagnum Tórshavn í tíðindaskrivi nú um dagarnar.
? Tann loysn, sum nú stendur okkum í boði, ger tænastuveiting uttan innihald, og tí halda vit tað vera frægastu loysnina fyri allar partar at niðurleggja Kunningarstovuna.
Kortini heldur felagið Tórshavn, at besta hugskotið er, at Føroya Banki bert sleppur at taka húsini niður, um okkurt verður bytgt uppaftur.
? Orsøkin til hetta er, at Gongugøtan ikki tolir at missa handlar. Tað ger hana vánaligari sum handilsgøtu og høvuðsgøtu. Vit halda so, at Kunningarstovan kundi flutt inn í henda bygningin aftur, tí Kunningarstovan hevur drigið um 20.000 fólk til sín í ár, sigur Thordur Thorsteinsson, sum eisini vísir á, at Kunningarstovan ikki kappast við hinar handlarnar í býnum.
? Kunningarstovan er í dag ein tænastustovnur hjá býnum, bæði mótvegis egnu borgarum býarins og fólki á bygd, men í eins stóran mun er Kunningarstovan í mongum førum andlit býarins mótvegis mongu útlendsku ferðafólkunum, sum koma til býin., sigur hann.
Sum dømi um týdningin sum tænastustovn nevnir hann, at stovan síðani junimánaði í ár hevur avgreitt 15.000 fólkum um diskin.
? Hetta er einki lítið tal, tað svarar til knøpp 200 fólk um dagin, sum fáa greitt síni ørindi inni á stovuni, sigur hann.
Hann leggur afturat, at umframt hesa avgreiðslu eru eisini telefonavgreiðslur og skrivligar avgreiðslur við svari um vanligan post, í teldubrævi og um telefax
? Og kunning verður eisini innsavnað til fjølmiðlar og egna upplýsingarrit okkara, Havnartíðindi, sigur Thordur Thorsteinsson, formaður í Felagnum Tórshavn at enda.