Framtíðin verður skapt nú

- Fyri at skapa eina góða framtíð í Føroyum, mugu broytingar gerast, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hósdagin fer at leggja fram nýggja bóklingin “Koyrið so á motorin”.

Hetta hendir í samband við ein fund, har Arbeiðsgevarafelagið fer at leggja bóklingin fram fyri politisku flokkunum í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Tórshavn.

Aftaná verður tónleikur og ábit við góðum møguleika fyri óformligum samskifti millum politikarar og vinnulívsfólk.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, væntar gott samstarv við politisku flokkarnar, sum fara at skipa samgongu eftir løgtingsvalið.

Hon tekur soleiðis til: - Føroya Arbeiðsgevarafelag er til reiðar at geva sítt íkast til politiska arbeiðið at finna eina haldgóða kós fyri Føroyar. Okkara partur skal ikki liggja eftir.

Um vit samanbera okkum við Norðurlond, so framleiða føroyingar minni fyri hvønn íbúgva. Vøksturin í føroyska búskapinum er ov lítil. Vøkstur í búskapinum er avgerandi fortreyt fyri, at lond kunnu varðveita vælstandin í landinum.

- Tað eigur at vera greitt fyri okkum øll, at vøkstur, vælstandur og vælferð ikki er nøkur sjálvfylgja, verður sligið fast.