Framtíðin hjá Mikkjali er ógreið

Sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal heldur, at avgerðin um at samanleggja ÚF og SVF er tikin uttan neyðugu fyrireikingarnar, og hann kann framvegis einki siga um, hvør leiklutur hansara verður eftir samanleggingina

Eingin veit, hvør leikluturin verður hjá núverandi sjónvarpsstjóranum Mikkjali Helmsdal undir og eftir samanleggingina av ÚF og SVF. Og nógv bendir á, at Mikkjal ikki sjálvur veit, hvar á talvborðinum hann er staddur.
- Eg kann ikki siga nakað um, hvør framtíðin hjá mær verður, og í løtuni bíði eg eftir nærri upplýsingum frá avvarðandi myndugleikum. Eg umhugsi støðuna sum heild, og meiri kann eg ikki siga, eru viðmerkingarnar hjá Mikkjali Helmsdal.
Sjónvarpsstjórin hevur onga uppsøgn fingið, og tí kann væntast, at hann framvegis verður ein partur av føroyska loftmiðlaheiminum eftir nýggjár, men enn er einki greitt hesum viðvíkjandi.

Ov skjót avgerð
Mikkjal Helmsdal finnist annars at mentamálaráðharranum fyri framferðarhátt hansara. Sjónvarpsstjórin heldur, at avgerðin er tikin uttan neyðugu fyrireikingarnar.
- Jógvan á Lakjuni hevur tikið avgerðina uttan neyðugu analysuna. Hann hevur hvørki ráðført seg ella verið í samráð við avvarðandi stovnar, og hann hevur ikki tikið sakkunnleikan við uppá ráð, sigur sjónvarpsstjórin.

DR og bygnaðarbroytingar
Tá Sosialurin hevði Mikkjal Helmsdal á tráðnum mánadagin fyrrapart, vóru annars nógvir spurningar, hann ikki kundi gera viðmerkingar til. Í leygardagsblaðnum segði sjónvarpsstjórin, at ætlaðu bygnaðarbroytingarnar í SVF ikki verða framdar, og at ætlanirnar at samsenda við DR verða lagdar á hillina.
Mikkjal Helmsdal vil í dag ikki gera viðmerkingar til tey málini, men alt bendir á, at samanleggingin hevur fyribils forða teimum ætlanunum at verða stungnar út í kortið.