Skuldi Lyngby flutt upp í bestu deildina í summar, vil felagið ikki keypa stórvegis styrk til liðið. Hetta sigur formaðurin í felagnum, Birger Jørgensen.
- Verandi lið heldur fram, um vit flyta upp. Vit halda fast við at menna ungu leikararnir, og vit meta samstundis, at besta liðið hevur enn meir at vísa, sigur Birger Jørgensen við bold.dk.
Tí skuldi plássið hjá Christian Lamhauge Holst ikki verið í vanda, eftir at hann hevur havt eitt gott kappingarár aftur í ár. Sáttmálin hjá føroyska áleyparanum gongur út summarið 2008.









