Framtíðin hjá Gunnari er óviss

Tað er møguleiki fyri, at føroyski landsliðsmálverjin má leita sær eftir nýggjum felagi.

Tað er møguleiki fyri, at føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, má leita sær eftir einum nýggjum felagi, nú sáttmálin við íslendska FH gongur út síðst í hesum árinum. Íslendska fotbolti.net veit at siga, at FH fer at fremja stórar útskiftingar í hópinum, og at Gunnar Nielsen helst er ein av leikarunum, sum ikki sleppur at halda fram.


Sambært fotbolti.net, so er FH áhugað í bosniska málverjanum, Kristijan Jajalo, sum í løtuni er liðfelagi hjá René Shaki Joensen í Grindavík. Kristijan Jajalo er 25 ára gamal og hevur staðið stinnur í myndini í Grindavík í ár, meðan kappingarárið hjá 31 ára gamla Gunnari Nielsen – eins og hjá FH – hevur verið upp og niður.


FH hevur verið nevndur sum løntyngsti hópurin í Íslandi, og vegna eitt vónbrot av einum kappingarári, har FH í løtuni er nummar fimm, er ein størri upprudding á veg í hópinum. Í løtuni eru 10 útledningar á lønarlistnaum, og sambært fotbolti.net, so er framtíðin hjá útlendingunum í hópinum óviss.

 

Les eisini: Íslendskur áhugi fyri Brynjari


Tríggir føroyingar spæla við FH. Teir eru, umframt Gunnar Nielsen, eisini Jákup Thomsen og Brandur Hendriksson. Jákup Thomsen, sum nýliga hevur fingið gongd í málskjótingina, er leigaður úr danska FC Midtjylland, meðan Brandur Hendriksson, ið hevur verið ein av frægastu monnunum hjá FH í ár, hevur sáttmála í eitt ár afturat.


Gunnar Nielsen kom til FH fyrst í 2016 eftir at hann hevði spælt hálvtannað ár við kappingarneytunum í Stjørnuni. Frammanundan tað hevur uttanlandsævintýrið hjá HB-uppalda málverjanum leitt hann til BK Frem, Blackburn, Manchester City, Wrexham, Tranmare, Silkeborg og Motherwell.