Framtíðin hjá Gunnari er upp á pláss

Føroyski landsliðsmálverjin hevur gjørt tvey ára sáttmála

Gunnar Nielsen hevur í dag gjørt tvey ára sáttmála við FH, sum hann hevur spælt við síðani 2016. Føroyski landsliðsmálverjin hevur verið settur í samband við onnur feløg, men segði við FM1 fyri kortum, at hann fyrst vildi tosað við FH.

 

32 ára gamli málverjin hevur vunnið íslendska meistaraheitið í 2016, tá við Heimi Guðjósnssyni sum venjara. Hann er í dag venjari hjá HB.

 

FH endaði í ár nummar fimm. Tað merkir, at liðið ikki skal spæla í Evropa komandi kappingarár. Tí var mett, at onnur feløg fóru at vilja keypa føroyska landsliðsmiálverjan. Nú er greitt, at hann komandi tvey árini skal spæla í Íslandi, har hann býr saman við familjuni.