Um tað endar við ákæru og dómi, og fótbóltsleikarin, Nicklas Bendtner, verður kendur sekur í harðskapi, framdur í nátt, er hann liðugur á danska landsliðnum. Tað sigur danski landsliðsvenjarin, Åge Hareide, sum leggur aftrat, at tað er heilt óhugsandi at hava ein mann á liðnum, sum er dømdur fyri slíkan harðskap, sum her er talan um.
Tá danska heimasíðan www.bt.dk hevði samband við landsliðsvenjaran í kvøld, hevði hann ikki havt samband við Nicklas Bendtner. Venjarin segði seg ikki kenna málið nóg væl, tí hann hevði ikki lisið netsíðurnar, og áðrenn hann vil siga nakað sum helst í mun til landsliðið, vil hann hava eina frágreiðing um, hvat veruliga er hent.
Åge Hareide sigur við BT, at alt málið skal lýsast, og tað er neyðugt at vita alt við vissu, áðrenn nakar verður dømdur úti. Eftir at hava verið burtur í landsliðshøpi í næstan tvey ár, hevur Nicklas Bendtner gjørt ”comeback” á danska landsliðnum undir venjaranum, Åge Hareide.
Áleyparin, sum hevur verið stóra álopsstjørnan á landsliðnum seinastu 12 árini, spældi allar HM-undankappingardystirnar fyri landsliðið í fjør heyst. Men, hann var ikki við til HM orsakað av einum skaða.
30 ára gamli, Nicklas Bendtner, er noteraður fyri 30 mál í 81 landsdystum, harav hin seinasti var móti Chili í mars í ár. Dysturin í mars kann gerast hansara seinasti í hvítum og reyðum, um hann verður dømdur sekur í málinum um hýruvognsføraran, sum hevur brotið kjálkabeinið í Keypmannahavn í nátt.
Les eisini her: BREYT KJÁLKABEINIÐ Á HÝRUVOGNSFØRARA - http://www.in.fo/news-detail/breyt-kjalkabeinid-a-hyruvognsfoerara/