Framtíðin er óviss

- Eg spæli neyvan aftur í ár.

René Tórgarð hevur ikki vart málið hjá EB/Streymi seinastu mánaðirnar. Orsøkin er ein álvarsamur skaði í knænum.

- Eg skal til kanningar í dag, og vónandi fái eg staðfest, hvat bagir. Eg kann í løtuni ikki siga, nær eg spæli aftur, sigur René Tórgarð.

Málverjin hevur ikki verið á vøllin síðan 19. apríl í ár, tá EB/Streymur vann 3-0 á heimavølli móti B68.