Framtíðin er á veg

U21-landsliðið er komið væl áleiðis í bestu undankapping, nakað føroyskt landslið nakrantíð hevur havt. Talentmassin er avgjørt til staðar, samstundis sum venjararnir eru komnir framúr væl frá uppgávuni

KLUMMAN

Longu í síðstu undankappingini hjá U21-landsliðnum kom undan kavi, at her var okkurt gott á veg, og tað hevur liðið nú sett eina tjúkka striku undir. Hóast Andorra-javnleikurin leygardagin kanska yvirskuggar tað eitt sindur, so skerst ikki burtur, at talan samanlagt hevur verið um framúr avrik, ið kann gerast uppaftur betri, tá teir báðir síðstu dystirnir verða spældir komandi summar – fyrst heima ímóti Andorra og síðani úti ímóti Moldova.
Millum teirra, sum vóru við U21-landsliðnum til hesar báðar útidystirnar í farnu viku ímóti fyrst Lettlandi og síðani Andorra, var A-landsliðsvenjarin, Brian Kerr. Einki er at ivast í, at hann undir dystinum í Riga hevur sitið við næstan himmalvendum eygum, meðan hann hevur sæð føroysku fótbóltsframtíðina foldað seg út á vøllinum!
Um hann til komandi EM-undankappingina hjá A-landsliðnum velur at taka nakrar spælarar upp frá U21-landsliðnum, er tað ikki annað enn ein náttúrlig menning og sjálv meiningin við U21-landsliðnum. Tað er heldur einki nýtt, tí tað sama gjørdi undanmaðurin, tá hann tók fleiri spælarar upp frá U21-landsliðnum, sum í dag eru fastir fúsir á A-landsliðnum.
Av teimum 25 spælarunum, sum hava verið brúktir í hesi undankappingini hjá U21-landsliðnum, hava 11 framvegis aldur, so teir eisini kunnu vera við í komandi kapping hjá liðnum. Sostatt er framtíðin hjá føroyskum fótbólti í allarbestu hondum, tí talentmassin er har og sær eisini út til at verða gagnnýttur sera skilagott.
Ikki minst hava venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, víst framúr førleikar og evni at fáa tað besta burturúr, tí ein góð manning nyttar einki, er ikki gott fólk eisini á brúnni. Við røttum, djørvum og neyðugum avgerðum hava teir prógvað, at eisini á venjarasíðuni hevur føroyskur fótbóltur talent, ið ikki verður niðurgrivið, men brúkt á besta hátt!