Framtíðin

Vælferðarsamfelagið Føroyar hevur tað betur enn nakrantíð. Hóast nógv økir í okkara samfelag treingja til meira, so eru framstig so at siga alla staðni. Nærum einki arbeiðsloysi er og tað tykist sum allir møguleikar til eitt enn betur samfelag eru til staðar

Sosialdemokratski politikkurin og stevnan hevur alla tíð, síðan Javnaðarflokkurin var stovnaður, verið hóvligur og til frama fyri allar føroyingar og soleiðis skal arbeiðið hjá umboðið javnarfloksins eisini vera á Christiansborg.

Endamálið við slíkum hóvligum politikki er, at skapa Føroyum, okkum sjálvum og eftirkomarum okkara eina trygga og ljósa framtíð. Við Yvirtøkulógini kunnu vit, við okkara egnu raðfesting og ferð, á skynsaman hátt taka ræðið og ábyrgd av øllum málsøkjum.

Vit føroyingar kenna okkum sum eitt fólk, við serstøkum eyðkennum, ið rættvísgera ynski okkara um at vera ein tjóð, á jøvnum føti við aðrar tjóðir heimsins

Einaferð skulu Føroyar hava fult ræði í egnum landi. Tað tykjast tey flestu samd um. Men hetta má og skal gerast á skynsaman hátt, og eigur tilgongdin at taka ta tíð, ið neyðug er, soleiðis at tjóðini Føroyar eisini er lív lagað eftir møguliga skilnaðin frá Danmark.

Umboð javnaðarfloksins í danska fólkatinginum fara sum fremsta endamál, at hava jaligt samstarv við danir um sjálvstýristilgongd, ið á besta hátt tænir báðum tjóðunum.

Hetta er partur av mínari stevnu til fólkatingsvalið 13 november.