Námsvinnufelagið Nunaminerals, sum tað almenna í Grønlandi eigur part av, hevur gjørt av at leggja størri dent á arbeiðið at leita eftir gulli har suðuri í Grønlandi. Tí hevur felagið nú søkt myndugleikarnar um loyvi til at leita í einum størri øki í Inglefield Land.
Sum er hevur Nunaminerals leitiloyvi í einum øki, sum er 5.800 ferkilometrar stórt, men í nýggju umsóknini biður felagið um leitiloyvi í einum 4.500 ferkilometrar stórum øki afturat.
Tað er ikkii av tilvild, at Nunaminerals vil sleppa at leita í einum størri øki. Felagið sigur, at tað hevur longu funnið fleiri støð við gulli og kopari í Inglefield Land, og at tað tí vil tryggja sær eitt størri leitiøki.










