Olja og gass
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
London
Framstandandi umboð fyri føroyskt vinnulív og politiskan myndugleikan við sjálvum fíggjarmálaráðharranum á odda høvdu undir vitjanini í London í farnu viku eisini høvi at leggja leiðina framvið høvuðsskrivstovuni hjá norska oljurisanum Statoil, har Rúni M. Hansen, stjóri fyri leitingini við Føroyar og so norski stjórin fyri alt virksemi hjá felagnum í Bretlandi, Erik Kjos-Hansen tóku ímóti. Har var so eisini Gareth Allinson, sum er leitistjóri fyri Bretland og Irland og sum hevur verið við í leitivirksminum á føroyska landgrunninum. Tey umleið 20 føroysku umboðini frá peningastovnum og vinnufyrirøkum eitt nú báðum føroysku oljufeløgunum fingu eina gjølliga frágreiðing serstakliga um bretska gassmarknaðin við serligum atliti til møgleikarnar fyri framtíðar føroyskari gassframleiðslu.
Erik Kjos?Hansen er ikki ein og hvør í oljuhøpi. Hann er millum royndastu og mest trúgvu Statoilfólkini og hevur júst í ár 25 ára jubileum í fyritøkuni. Mestu tíðina hevur hann arbeitt við gassi. Tað var tí eisini náttúrligt fyri hann at greiða føroyingunum frá, hvat gass veruliga er fyri nakað og hvussu tað verður troytt og brúkt.
Hóast norsku oljuævintýrið fyri tað mest hevur snúð seg um olju og ikki gass, so er nógv broytt seinastu árini. Frá tí at Statoil fyri fyrstu ferð fór at framleiða gass í 1977 hevur felagið økt framleiðsluna so mikið nógv, at heili 14 lond í dag keypa norskt gass. Her eru Frakland og Týskaland størstu móttakarar, men nú er Bretland eisini vorðið ein stórur avtakari av norskum gassi, og eftirspurningurin bara veksur. Ein veruleiki, sum skjótt eisini kann fáa týdning fyri eina møguliga komandi føroyska kolvetnisvinnu.
Føroyar á gasskortið
Norra útflytur fyri einar 100 mia. kr. í gassi um árið. Enn er bert ein lítil partur av gassinum, sum goymir seg í Norðsjónum fingin á marknaðin. Kanska liggja tey 90% eftir í undirgrundini. ?Vit vóna sjalvandi, at Føroyar eisini koma á gasskortið sigur norski Statoilstjórin. Hagtøl fyri framtíðina vísa, at serstakliga bretski marknaðurin fer at hava stóran tørv á gassi. Framleiðslan hjá bretum sjálvum er í minking, og nú teir fara til at brúka gass ístaðin fyri kol í orkusektorinum, verður stórur tørvur á at innflyta gass. Sum støðan er í dag so hevur Bretland stórt undirskot á gassi. Eisini onnur lond liggja framvið at flyta gass til Bretlands, ja heilt úr Algeria og Quatar, men tað er langur teinur at flyta gassið.
-Eg síggi tí fyri mær, at verður gass funnið við Føroyar, so skuldi tað havt góðan møguleika at verið kappingarført á bretska marknaðinum sigur Erik Kjos-Hansen, sum heldur tað vera góðar møguleikar fyri at leggja gassleiðing úr føroyskum øki og knýta í gassleiðingar, sum longu eru og sum fara at koma á breskum øki á Atlantsmótinum. Her veldst tað um kostnaðin. Her er longu ein slík leiðing frá BP kelduni Schiehallion til Sullom Voe í Hetlandi. Og nú tosar oljufelagið Total um at leggja enn eina leiðing. Alt hetta kann vera ein byrjan til eina heilt nýggja gassprovins á Atlantsmótinum greiddi norski Statoilstjórin føroysku umboðunum frá undir vitjanini á Statoilhøvuðsstøðini í London.
Tað at franska oljufelagið Total av álvara er farið undir at útbyggja fyrsta gassfeltið vestan fyri Hetland, Laggan, kann fáa kolveltandi týdning fyri alt økið. Tað kann so merkja, at her kemur eitt veruligt undirstøðukervi - infrastrukturur at virka og tað kann bráddliga fáa lív í øll tey smærru gassfundini, sum eru gjørd mongu seinastu árini í økinum, sum tí bráddliga gerast lønandi hóast smá, tí har er komin ein gassleiðing at binda í.
Norðmenn hava rættiliga gjørt seg út til at ganga avbjóðingunum á bretska marknaðinum á møti og eru teir í løtuni v ið at menna tvey stór gassfelt við Bretlandi fyri eygað. Tað eina er í írskum øki og hitt er stóra Ormen Lange feltið, sum skal framleiða gass til Bretlands um nøkur ár. ?Verður gass funnið við Føroyar, so vilja vit fegnir eisini fáa tað gassið á bretska marknaðin sigur Erik Kjos-Hansen. Annars gera norðmenn seg eisini út til at fara undir framleiðslu av gassi til Spania og USA. Talan er um risagassprojektið Snøvit í Norðurnorra. Fyri Statoil hevur tað nógv at siga at hava atgongd til fleiri gassfelt, sum kunnu veita gass til bretska marknaðinum.
Hóast gass gerast alsamt meira áhugavert, so heldur Erik Knos-Hansen, at oljan framvegis fer at hava størstan áhuga, men tað verður ikki antin ella, heldur verður tað bæði tvey. Prísurin á bæði olju og gassi er góður, hinvegin er oljan lættari at handfara enn gass. T.d. er ikki loyvt at brenna gass av í norskum øki. Tað setir fleiri krøv.
Sær lovandi út
Eisini Garreth Allison, leiktistjóri hevði nøkur lovandi orð at siga føroyskum gestunum. Hann vísti á, at Statoil varð bjartskygt viðvíkjandi Føroyum.
?Enn eru bert fýra brunnar boraðir við Føroyar. Bretskumegin markið er talan um fleiri enn 200 brunnar, so vit mugu ikki útiloka nakað. Statoil fer saman við eitt nú Chevron at bora einar 2 til 3 avmarkingar brunnar næsta ár á Rosebankfundinum stutt frá markinum og hóast hetta ikki er í føroyskum øki, so fer tann vitanin at hava stóran týdning fyri leitingina á føroyska landgrunninum, her m.a. í Súluloyvinum, sum Statoil fekk tillutað í 2. útbjóðing.
Eisini fer Statoil at bora ein brunn í sínum 9 ára loyvi á føroyska landgrunninum í sokallaða Brugduloyvinum, har stórar vónir eru til Kappaprospektið undir basaltinum. Her er mest sannlíkt at finna olju. So alt bendir á eina positiva framtíð segði Gareth Allinson. Spurdur um møguleikarnar at gera fund av líknandi slag í Brugduloyvinum sum tað, ið gjørt var við Rosebank svaraði Allison, at hóast her eru 70 kilometrar millum hesi loyvini, tykist nógv benda á, at Kappaprospektið er av sama slag sum Rosebankfundið.
Hann nevndi so eisini ein brunn, sum Statoil fer at vera við til at bora seinni í ár, á Benbecula prospektinum, ið liggur í einum heilt øðrum øki, nevniliga millum Írland og Føroyar. Her gjørt eitt stórt fund, og nú skal so ein avmarkingarbrunnur gera av, um tað er lønandi og nóg stórt til at kunnu fíggja eina gassleiðing til Skotlands. Tað er Shell, sum er fyristøðufelag og skilst, at sera stórar vónir eru til hetta fundið. Gareth Allinson metti, at fór komandi boring at geva eitt gott úrslit, so fer hon eisini at lata upp dyr til leiting í øllum Rockalløkinum og tá kunnu økini sunnan fyri Føroyar bráddliga eisini gerast meira áhugaverd.