Vit hava eitt samt fólkating, ið hevur sett út í kortið, hvussu farast skal fram í øllum viðurskiftum viðvíkjandi føroyapolitikkinum.
Tá ein so upplivir ferð aftaná ferð, hvussu lítið nógvir av fólkatingslimunum vita um føroysk viðurskiftið, er tað ræðandi hvat úrslit kann spyrjast burturúr tílíkum viðgerðum.
Eg haldi okkara umboðan hesu seinastu árini, hevur verið ov nógv heft at politiskum flokkum og tískil ikki megna uppgávuna at umboða føroysk viðurskifti á fullgóðan og viriligan hátt.
Tak avrikini hjá teimum báðum føroyingunum, sum hava umboða Føroya land á danatingi seinastu setu. Hava teir tænt føroyskum tjóðskaparpolitiskum áhugamálum nóg væl? Hava teir talað at, tá ið danir á fólkatingsins røðarapalli hava vanvirt óreingiliga veruleikan, at føroyska tjóðin er til?
Tá ið til dømis andstøðuleiðarin Anders Fogh Rasmussen uttan atlit til føroyska fullveldisynskið, bara staðfesti, at Føroyar og Danmark hoyra saman.
Mótmæltu føroysku umboðini, tá ið stjórnarleiðarin Poul Nyrup Rasmussen misnýtti familjubond millum vanligar danskar og føroyskar borgarar til tess at kúga politiska frælsisynskið føroyinga?
Hvussu var, tá føroyingar vóru vigaðir í krónum og oyrum?
Jú - føroyskir politikarar hava rættiliga nógv at gera á danatingi, og tað er eingin ivi, at fara allir tjóðveldisveljarir á val, so far flokkurin umboðan á fólkatingið.
Fær tí á val og vel ein sterkan tjóðveldisflokk á danating!
Gott val.