Framt eitt sjáldsamt mentanarligt avrik

 Tað er ómetaliga stórfingið av einum einsamallum manni, at hann gevur sandoyingum og føroyingum øllum eina slíka gávu sum Listasavnið á Sandi er
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, um listasavnið á Sandi, sum Sofus Olsen hevur reist.
 Tað er ein stórfingin gáva, sum tað er eitt øgiligt virði í.
Jógvan á Lakjuni sigur, at tað tí var sjálvsagt, at mentamálaráðið stuðlaði eftir førimuni.
Hetta er eitt heilt merkisvert, mentanarligt tiltak, sum Sofus Olsen hevur avrikað, tí talan er um nakrar av okkara mætastu listarfólkum.
Landsstýrismaðurin heldur, at eitt listasavn, sum hetta, hevur ómetaliga stóran týdning, bæði fyri Sands bygd og fyri alla Sandoynna.
 Hetta hevur sera stóran týdn­ing í einum økis­menn­ingar­ligum, ferðavinnuligum og trivnaðarligum høpi, tí eitt listasavn sum hetta kann heilt avgjørt lokka nógv fólk í Sandoynna, tí eitt savn, sum hetta er heilt vist eitt ferðamál
Ikki minst heldur hann, at tað hevur týdning, fyri børnini og tey ungu, at fáa eitt slíkt savn í oynna so at tey kunnu venjast við góða list.
Tað skerst ikki burtur, at tað er mest í Havn, at vit eru von at síggja slíka list, sum nú er í listasavninum á Sandi.
Tí heldur Jógvan á Lakjuni, at tað hevur ein heilt serligan týdning at fáa eitt slíkt savn uttanfyri Havnina í økjum, har fólkið ikki eru so von við góða list.
Tað er ómetaliga hugaligt, at privatfólk megna og hava áræðið til at fara undir eitt slíkt savn, sum hetta og tað eigur tað almenna heilt avgjørt at virðismeta.
 Við einum savni, sum hesum, eru nógv list, sum áður hekk í privatum umstøðum, eisini komin út til almenningin at fáa gleði av og tað er avgjørt eitt megnartiltak, sigur Jógvan á Lakjuni.