Framtíðarstøðan fyri í tinginum týsdagin

Í samband við stovnan av gongubólki í Eysturoynni skipar Eysturoyar Kunningarstova fyri gongutúri runt Eystnes sunnudagin. Av Kunningarstovuni verður sagt, at tey møtast við gamla próvstasætið á Nesi klokkan 14.00. Ferðalagið fer síðani við bussi til Aðuvíkar, har túrurin byrjar uttan fyri bygdina við søguliga staðið Árting. Síðani verður gingið gjøgnum Æðuvíkar bygd, meðan ferðaleiðari sigur frá ymiskum áhugaverdum á túrinum.

Løgtingsfundur verður aftur týsdagin 25. august 1998 kl. 10.00. Størsta málið á skránni er sum vera mann uppskotið til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum legði fyri tingið týsdagin.

Løgtingsformaðurin ætlaði, at málið skuldi koma fyri á tingfundi longu í dag, men hesum mótmæltu bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin við teirri grundgeving, at teir vildu hava meira tíð at viðgera uppskotið innanhýsis.

Skráin fyri tingfundin verður annars hendan:

1.3. viðgerð av tingmáli nr. nr. 1-2/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri august 1998.


2 Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2 til Karstin Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi støðuni hjá teimum, sum mist hava hús síni í kreppuárunum (Jenis av Rana, løgtingsmanni)


3.1. viðgerð av tingmáli nr. 5/1998: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya.


4.Framløga