Framtíðarskúli og læruumhvørvi á Læraraskúlanum

Í kvøld skipar Føroya Lærarafelag fyri fyrilestri á Læraraskúlanum, har danski professarin, Steen Hildebrandt, fer at røða um framtíðarskúlan og læruumhvørvi.

Fyrilestrarhaldarin er ikki hvør sum helst. Steen Hildebrandt er professari í samskipanar- og leiðsluástøði á Handilsháskúlanum í Århus. Somuleiðis er hann ritstjóri fyri leiðslu á Dagbladet Børsen og ritstjóri í fleiri av leiðsluhandbókunum hjá Børsen Forum. Steen Hildebrandt hevur somuleiðis verið við í fleiri enn 200 bókum um samskipan og leiðslu.
Fyrilesturin í kvøld, sum byrjar klokkan hálvgum átta, fer at hava serligt atlit til skúlaleiðslur og ástøðið hjá amerikanska sálar- og námsfrøðinginum, Howard Gardner, um ymiskar intelligensar.
Fyrilesturin byggir á drúgvu granskingina og royndirnar hjá Steen Hildebrandt við millum annað leiðslumenning. Steen Hildebrandt fer í fyrilestrunum at umrøða, hvussu framtíðarskúlin og vinnulív kunnu verða skipað, so at øll fáa sum mest burturúr. Hvør avbjóðingin hjá leiðslunum er í hesum sambandi, ikki bara í skúlanum, men eisini í vinnulívinum.