Framtíðarprísir meira samansettir

Føroya Tele hevur broytt nýtslugjaldið fyri føst internetsambond. Eisini GSM kundar kunnu vænta broytingar

Føroya Tele broytti 1. februar 2000 nýtslugjaldið fyri føst internetsambond.

Framyvir verða 3 ymiskir bólkar:

Bólkur 1: meira enn 1,5 Gb flutningur um mánaðin krónur 1,- pr Mb.

Bólkur 2: millum 0,5 Gb og 1,5 Gb um mánaðin krónur 1,50 pr Mb.

Bólkur 3: undir 0,5 Gb flutningur um mánaðin krónur 2,- pr Mb.

Poul Henrik Poulsen, marknaðarleiðari, sigur, at stórkundar fáa avsláttur á henda hátt. Hetta er avleiðing av, at líka nógv umsiting er av stórum og smáum kundum og tí kann tykjast órímuligt, at gjaldið er tað sama. Men hóast alt, so hevur Føroya Tele útreiðslur av at senda, so hetta er ein roynd at raka har ímillum.

Poul Henrik Poulsen sigur, at tíðin við føstum gjøldum er farin og at vit framyvir koma fáa meira samansett gjøld.

Soleiðis er ætlanin t.d. eisini at broyta GSM fartelefon gjøldini. Arbeitt verður við at seta á stovn eitt frítíðarhald og eitt vinnuhald, men enn er ikki komið so langt við hesum ætlanum, sigur Poul Henrik Poulsen.