Sum oftast er svarið, at tíðin ikki er hin rætta, og at vit ikki hava ráð júst nú. Men tá útbyggingar eru framdar og goldnar, og vinningurin kemur til sjóndar, eru øll samd um, at íløgan var røtt. Soleiðis er eisini við teimum alneyðugu útbyggingum, sum liggja beint frammanfyri okkum. Tær eru bæði stórar og kostnaðarmiklar, serliga Skálafjarðartunnilin, Sandoyartunnilin og altjóða flogvøllurin. Men hesar stóríløgur, sum kanska ikki verða so dýrar fyri almenna kassan, tá avtornar, vilja lyfta Føroyar langt fram á leið við nýggjum møguleikum, sum bert hugflogið kann avmarka. ??Øll síggja vit landafrøðisligu avmarkingarnar í einum oyggjalandi, sum hevur langa farleið til næsta granna. Men síggja vit møguleikarnar í júst hesi støðuni? Føroyar liggja sum ein perla mitt í Atlantshavinum, og kunnu í framtíðini gerast ein veruligur fraktmiðdepil fyri alt, sum hugsast kann á tí økinum. Mong hundraðtúsund tons av fiski verða á hvørjum ári veidd í høvunum kring Føroyar, og meginparturin av hesi veiðu siglir framvið oyggjum okkara til aðrar landingarhavnir, har partar av hesi veiðu verða fluttir víðari loftvegis til fjarar marknaðir, sum rinda høgan prís fyri vøruna. Føroyar eru við góðum havnum og firðum vælegnaðar sum umskipingarmiðdepil, men her er ongin altjóða flogvøllur. At knýta sjófrakt og flogfrakt saman er ein gyltur møguleiki, sum liggur aftanfyri ætlanirnar um ein altjóða flogvøll. Og hetta er bert EIN møguleiki av fleiri. Aðrir møguleikar eru sjálvsagt tann hágóðskuvøra úr havinum, sum verður framleidd í Føroyum - ikki minst innan alivinnuna; umframt núverandi og nýggjar ídnaðarvørur.??Føroyingar eru vælútbúnir. Størv standa í boði úti í heimi, og eru hetta størv, sum kunnu røkjast har, hóast bústaðurin er í Føroyum. Men framvegis eru flogvøllaviðurskiftini fløskuhálsurin, sum ger, at trupult er hjá vælútbúnum føroyingum at flyta heimaftur. Teir velja at búseta seg har, størvini eru, tí ov trupult er at hava regluligt flogsamband. Høvdu vit ein flogvøll afturat, har tú visti, nær tú lendi og nær slapst avstað aftur, vildu fleiri valt at búð í Føroyum og arbeitt uttanlands. Hetta eru nýggjar avbjóðingar, sum bara fara at økjast í framtíðini, og tí má politiska skipanin taka ábyrgd og loysa trupulleikan. Tað fer Miðflokkurin at virka fyri í komandi valskeiði.?










