Tey seinastu árini eru inntøkurnar vaksnar ár um ár. Væntandi verða inntøkurnar fyri 2008 um 134 mió kr. Vit kunnu samanlíkna hetta við árið 1998, tá inntøkurnar vóru knappar 79 mió kr. Hetta er næstan tvífalding í 10 ár.
Samstundis sum inntøkurnar eru vaksnar, er raksturin fylgdur við, og meiri enn tað. í 1998 varð raksturin gott 43% av inntøkunum. Sambært tølum frá 2007, fer raksturin avstað við umleið 68% av inntøkunum. Sum tað sær út nú, fer raksturin avstað við umleið 80% av inntøkunum komandi ár. Um hetta verður gongdin er sjálvsagt at ikki nógv verður eftir at gera íløgur og útbyggja bý okkara fyri.
Verulig viðgerð
Tað er ikki nóg mikið, at vit hyggja eftir rakstrinum og fara inn at finna sparingar. Meiri grundleggjandi arbeiðið má verða lagt í tað. Vit mugu politiskt gerast samd um, hvussu stórir karmarnir til hvørt einstakt øki skullu verða og síðani fara inn á ymsu økini og gera rationaliseringar.
Ein býur við okkara stødd, hevur ikki ráð at veita allar veitingar. Spurningurin er, um vit skulu velja nøkur kjarnuøki út, sum vit veruliga eru góð til og síðani gera upp, hvussu vit vilja handfara hini økini.
Ein upplagdur møguleiki er at leggja nakrar uppgávur út á tað fría vinnulívið, sum er ríkt í Klaksvík. Hetta krevur eina dygga stýring, men í síðsta enda trúgvi eg, at hetta hevði givið okkum meiri pening til íløgur, sum eg síggi vera ógvuliga umráðandi.
Skattaprosentið
Nógv hevur verið tosað ímillum politikarar, um vit møguliga skuldu hækka skattaprosentið. Grundgevingarnar hava verið, at økið eru løgd út á kommunurnar frá landinum, har peningur ikki er fylgdur við, og eisini at vit eru í ferð við stóra útbygging á skúlaøkinum.
Eg haldi ikki, at tað er klókt at hækka skattaprosentið, sum støðan er í samfelagnum í dag. Fíggjarvánirnar eru ótryggar í løtuni, eisini er umráðandi at vit fáa veruliga stýring á fíggjarøkið, so ein hækking av skattaprosentinum ikki bara fer í eitt "hol" og skattaborgarin ikki veruliga sær, hvat tað er, hann skal gjalda meiri skatt fyri.
Tað verður tungt, tó neyðugt arbeiðið hjá komandi býráði at taka alla fíggjarstýringina upp til viðgerðar.