Leila Solmunde, formaður í MBF
Næstan dagliga hoyra og síggja vit í føroysku miðlunum, at stórar ætlanir eru um at byggja hús og íbúðir í Føroyum. Ikki bert í høvuðsstaðnum eru stórar ætlanir um bygging, men um alt landið.
Nógv verður bygt, alt frá sethúsum til íbúðarhús, og í seinastu viku frættist um lutaíbúðir sum skuldu byggjast í Leirvík. Byggiharrar og kommunur brynja seg veruliga til framtíðarbygging í Føroyum,
Í dag síggja vit byrjandi møguleikar at velja, hvussu vit ynskja at búgva. Vilja vit búgva í vanligum sethúsum, sum higartil hevur verið siðvenja, ella ynskja vit at búgva í egnari íbúð ella møguliga í eini lutaíbúð. Tað fjølbroytni sum er á byggiøkinum í løtuni, kunnu vit bert fegnast um, og vónandi síggja vit meiri til tað í komandi tíð.
Føroyar eru landafrøðiliga ikki serliga væl egnaðar til rørslutarnað fólk, og tað kunnu vit onki gera við, men ein annar trupulleiki er, at tað tíverri ikki er so vanligt at hugsa fram í tíðina m.a. viðvíkjandi atkomuviðurskiftunum, tá bústaðir hava verið umhugsaðir og bygdir, við tí úrsliti, at tað í dag eru nógvir bygningar, bæði hjá privatfólki og almennir bygningar, ið ikki eru atkomandi hjá rørslutarnaðum. Orsøkin byggir helst á, at vit sum útgangsstøði hava ringt við at ímynda okkum, at tað skal gerast neyðugt í okkara føri at hava hesi viðurskiftini í huga.
Men veruleikin er tann, at umframt, at eitt ávíst tal av børnum verða fødd rørslutarnaði, gerast onnur rørslutarnaði á ungum árum, orsakað sjúku ella skaða, og orsakað tann støðugt hækkandi livialdurin, er bólkurin við gomlum rørslutarnaðum skjótt vaksandi, m.a. vita vit, at bólkurin, ið verður seinheilaskaddur vegna apopleksi er sera stórur, umleið 100 árliga, so tilsamans er bólkurin við rørslutarnaðum fólkum rættiliga stórur. So møguleikin fyri at onkur í familjuni ella í vinaskaranum gerst rørslutarnaður, er als ikki so lítil, sum ein trýr.
Í MBF halda vit tí, at tað er sera týdningarmikið at byggiharrar, arkitektar og kommunur, sum standa fyri hesi bygging, taka atlit til fysiska atkomu í framtíðini. Uttan at skula skerja frælsið hjá fólki at fáa tað húsið sum tey ynskja, kundi man hugsað fyribyrging inn í byggingina.
Vælvitandi, at tá man er ungur og frískur verður oftani ikki hugsað um trappur og atkomu sum heild, men tað forðar tó ikki fyri, at taka atlit til tað í framtíðini
Um bústaðurin skal verða egnaður til rørslutarnað, mugu ávísar treytir verða fylgdar, tá umræður byggistandardir. Ein sannroynd er, at um hugsað verður um hesi viðurskiftir frá byrjan av, er meirkostnaðurin lítil og ongin, men um neyðugt verður seinri at gera broytingar, kann tað lættliga gerast kostnaðarmikið. Vit vita, at HTM á hvørjum ári, fíggjar rættiliga stórar upphæddir til umbygging av sethúsum. Hugsað eigur tí at verða um nøkur heilt grundleggjandi ting, sum til dømis, at allar innhurðar verða 80 cm breiðar, at ongar gáttir eru inni og at wc/baðirúm er so rúmsátt at koyristólur sleppur inn. Somuleiðis at trappurúm eru so mikið rúmlig, at møguleiki fyri trappulyftu eru til staðar, um brúk verður fyri tí seinni.
MBF heldur eisini, at tá kommunurnar eru byggiharrar og við til at fíggja íbúðarbygging, áttu tær at sett sum treyt, at byggingin er atkomulig fyri rørslutarnað. Hetta kundi verið ein trygd fyri, at øll fólk høvdu møguleika at keypa ella leiga eina íbúð, sum kommunan hevur staðið fyri at byggja, tí byggiætlanin varð væl hugsað ígjøgnum áðrenn bygt varð.









