Framtíðar bussleið á dagførdum tøkniligum støði

Endiliga vóru teir her, hesir 14 spildurnýggju býbuss­arnir, sum vit í longri tíð hava longst eftir. Ein stór løta fyri meg, tí tað fall í mun lut, sum forkvinna í teknisku nevnd í 2006, at reisa málið í sambandi við endur­skoð­anina av bussleiðini

Tá var spurningurin við­gjørdur politiskt um at inn­føra ókeypis busskoyring, sum lið í strembanini eftir at økja um nýtsluna av bussu­num, og samstundis at flyta nakað av privatu bilferðsluni yvir á kollektivu ferðsluna.
Eisini ynskti man m.a. at ala børnini til á ein náttúr­ligan hátt at brúka bussarnar, heldur enn at verða koyrd til og frá skúla, ítrótti, frítíðar­virksemi o. ø.
Eitt annað týdningar­mikið sjónarmið var, at færri tal av bilum fast í býnum um dagarnar, hevði somu­leiðis bøtt um parkerings­møguleikarnar.
Danski stovnurin Tekno­logi­rådet hevur eisini við­­gjørt spurningin um ókeypis býar­bussar í drúgvu frá­greið­ingini “Gratis offent­lig trans­port”, har sagt verður m.a.:
“Tað er breið semja ímill­um sakkøn um, at sam­felags­­­búskaparligir fyri­munir eru at heinta við at flyta privat­bilismu yvir á al­menna ferðslu. Hildið veður, at sam­felag­ið í síni heild vil vinna við at gera al­mennu ferðsl­una ókeypis. Ikki við bein­leiðis avlopi, men útfrá eini heildarætlan og eini langtíðar samfelags­búskap­ar­­ligari meting, har tann vant­andi ferðaseðla­inn­tøkan kann verða vigað upp við færri útreiðsl­um á øðrum økjum.”
Og hesi seinnu árini hava vit jú øll somul hoyrt ferð eftir ferð, og frá øllum møguligum serfrøðingum, sagt frá um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit leggja á annan bógv, tá tað ræður um at skerja CO2-útlátið og at minka um veðurlagsárinið frá eitt nú verandi ferðslumynstri.
Nógv vatn er runnið í áunum síðani 2006, og vit hava gjørt okkara royndir. M.a. hava vit eisini tikið næsta stigið at økja um títt­leikan í busskipanini; úr tvær ferðir um tíman til tríggjar ferðir um tíman á høvuðs­leiðunum.
Eisini hevur fyritøkan Lóð­ur gjørt umfatandi kann­­­ing av bussleiðini, ikki bara við telj­ing­um, men við spurn­ar­­kanningum millum allar borgar­ar í kommununi – eisini teimum sum ikki brúka Buss­leiðina.
Kanningin sigur m.a. at, samlaða ferðafólkatalið er hækkað, síðani teljingarnar í mai 2006. Royndirnar vísa, at við fleiri leiðum, verður ferðafólkatalið nógv økt, tí tænastan sum heild verður betrað.
At tey, sum vinna minst pening, koyra mest buss, undrar kanska ikki so nógv. Men í kanningini er eisini áhuga­vert at síggja, hvussu javnt tað er millum teir næstu tveir inntøkubólkarnar. Her síggjast tí týðiligir vakstr­ar­møguleikar fyri alt sam­felagið.
Kanningin hjá Lóður vísir somuleiðis á, at eitt átak, ið hevði til endamáls at upplýsa fólki, hvussu ”dýrt” tað er at brúka bilin, kundi broytt hugburðin mótvegis bussleiðini.
Áhugavert er at síggja, hvussu bussleiðin hjá Tórs­havnar kommunu hevur fingið afturljóð, bæði úti í heimi og í millum kommunur runt landið. Kann nevna, at Eysturkommuna hevur sett líknandi skipan í verk, Sørvágs kommunu hevur við­gjørt spurningin, og í hes­um døgum lesa vit um, at málið er reist í Klaskvíkar býráði. Fjølmiðlar og politik­arar úr eitt nú Noregi og Sveis hava víst stóran áhuga fyri skipanini í Tórshavnar komm­unu um ókeypis busskoyring.
Jú, tað er hugaligt at vera slóðari og at vísa í verki, at hetta er ein gongd leið.
Við framkomnari tøkni fara bussarnir at hava eina GPS-skipan, soleiðis at tú altíð kann fáa at vita, hvar bussur tín er staddur á leiðini, antin við SMS ella yvir netið. Somuleiðis fara bussarnir eisini at hava tráðleyst inter­net. Og ein sjálvvirkandi ferða­fólkateljuskipan, ið skrá­setir hvørja fer onkur fer út úr bussinum og onkur kemur inn í bussin, fer at hava alstóran týdning fyri at fáa eina enn betri bussleið, sum tænir fólkinum best. Skipanin fer at virka við til, at møgu­leikin at gera tey røttu inntrivini er til staðar og fer at økja um nyttu­virðið á bussleiðini.
Eisini hevur tekniska nevnd samtykt, fyri at styrkja um tann norður­lend­­ska samleikan, at buss­ar­nir fara at flagga við norður­lendskum fløggum á teirra tjóðardøgum. Soleiðis fara bussar­nir t.d. at koyra við norskum fløggum 17. mai, Danne­brog 5. juni, íslendsk­um fløggum 17. juni, finskum fløggum 6. desember o.s.fr.
Hesir 14 spildurnýggju bussarnir eru øðrvísi enn aðrir, vit eru von við, og ein maður segði við meg ein dagin, at teir eru misháttaðir, men lat tað fara. Nei, her er tað ikki útsjóndin, sum er tað avgerandi, men heldur hugsjónin og viljin til at hava bussar sum lúka umhvørviskrøv og eru betri egnaðir til okkara heimligu vegir. Bussarnir eru 2,5 m styttri enn teir gomlu, men taka tó eins nógv ferðafólk. Teir hava hægstu umhvørvis­góðkenning, brúka helvtina minni av brennievni, og eru nógv lættari. At takið fylgir dúrkinum, er ein av smálutunum fyri at fáa bussin lættari og harvið meira umhvørvisvinarligan.
Eg vil takka teimum sum hava, røkt bussambandini í kommununi tey síðstu nógvu árini; Mouritsens bussar, ið hava røkt høvuðsleiðirnar í Havn, Gundurs bussar til Kolla­fjarðar og Kaldbaks, og Hildur Jensdóttir til Velba­stað­ar og Kirkjubøar. Fari eisini at ynskja tykkum til lukku sum vunnu útboðið av Buss­­­leiðini á hesum sinni; høvuðsarbeiðstakarin Gundur Johannesson, og und­ir­­­arbeiðs­takararnir Jón Thomasen og Heðin Zacaha­ria­­sen. Eg ivist onga løtu í, at teir fara at taka hesa upp­­gávu í størsta álvarsemi, og fara at røkja Bussleiðina fyri­mynd­ar­­liga. Tað haldi eg, teir longu hava prógv­að í ávísan mun.
Fari eisini at veita eina stóra tøkk til teknisku umsitingina hjá kommununi, sum hava lagt lív og sál í hetta arbeiðið. Hetta hevur ikki verið lætt hjá teimum at totast við. Eitt eru politisku rembingarnar, ið tey hava skula fyri haldið seg til, men tað, at fáa eina ferðaætlan at hanga saman, er so sanniliga eitt putlispæl við lít. Ynskini eru nógv; borgarafundir hava verið hildnir, skúlaleiðslur, dagstovnar, staðbundnar nevndir, borgarar o.o. hava verið inni á vøllinum. Tey hava alla tíðina við beinasemi roynt at loyst øll ynskir. Hóast tað fíggjarliga loftið frammanundan var lagt politiskt haldi eg, at vit hava eitt úrslit, sum tænir fjøldini frægast. Men Bussleiðin er ongantíð liðug, og fara vit alla tíðina at stremba eftir, við tillagingum og út­bygging, at gera hana enn betri. Við nýggju tøknini kunnu vit við neyvum og próv­føstum tølum fáa tað bestu ferðaætlanina.
Eisini fari eg at ynskja øllum borgarum í Tórs­havn­ar kommunu til lukku við hesum nýbroti. Nú er grund­vøllurin lagdur fyri eina framtíðar bussleið á dag­førdum tøkniligum støði.