Framsýningin av nýggja H-bygninginum í gomlu forhøllini á Landssjúkrahúsinum kostar 620.000 krónur. Hetta kemur fram í svari, sum Norðlýsið hevur fingið frá Landsverk.
Í samband við at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, setti fyrsta hakan í til byggingina av nýggja H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum, opnaði ein framsýning í gomlu forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Í framsýningini eru modellir av nýggja bygninginum, umframt at ein fullfíggjað endurgerð av nýggju sjúkrastovunum er gjørd, so fólk kunnu fáa eina fatan av, hvussu tær verða.
Norðlýsið hevur spurt Landsverk um kostnaðin av hesi framsýning, og svarið er, at framsýningin kostar 505.000 krónur, meðan sjúkrastovan kostar aðrar 116.000 krónur.










