Framsýning av fotomyndum í SMS

Føroyar í besta summarveðri - landslagsmyndir, brim og fossar, er millum evnini, sum Absalon Hansen, myndamaður, hevur valt at sýna fram


Tað er Absalon Hansen, ítróttarmaður og fotografur, sum sýnir fram fotomyndir í SMS.

Hann arbeiðir sum freelancs-fotografur, við síðina av at vera hjálparfólk í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.

Absalon Hansen er annars útlærdur bankamaður. Umframt tað hevur hann í nógv ár virkað sum freelance fotografur. Tá hann gjørdist arbeiðsleysur, fór hann av álvara undir arbeiða við myndatólinum.

Absalon Hansen hevur, saman við Repr-Sett og Einars Prent givið út tveir myndakalendarar, ein við myndum kring um í Føroyum, og hin við myndum úr Havnini.

Absalon Hansen sigur við Sosialin, at vónin er at kunna liva av fotoarbeiðinum burturav.

Fotoframsýningin er opin til og við í dag.