Stephen Maren, ið er viðgitin professari í sálarfrøði og heila-vísindum á Texas A&M University í Amerika, hevur saman við einum toymi av vísindafólki, funnið ein part av heilanum, sum forðar fyri ótta. Kanningin, sum bleiv gjørd í samband við hetta, var gjørd á gnagdýr. Gnagdjóri var sett í støður har tað upplivdi ótta, og tað ið bleiv funnið var ein partur av heilanum sum framleiður kensluna av ótta í kroppinum.
Fyri at finna útav hesum, nýttu vísindafólkini ástøðina hjá Ivan Pavlov, við at sameina ávís ljóð við einum elektriskum skelki. Tá heilin á gnagdjórinum setti samband millum skelkin og ljóði, bar til hjá Stephen Maren og vísindafólki hansara at spæla hesi ljóðini í longri tíðarskeið, soleiðis at hann kundi kannað atburðin í heilanum á djórunum.
Meðan ljóðini sum gjørdu gnagdjórini óttafull spældu, bar til at síggja hvørjar neuronir í heilanum gjørdust meira virknar enn aðrar. Nucleus reuniens, sum er ein leið millum prefrontal cortex og hippocampus, vísti seg at vera ógvuliga virkin. Hetta gevur eisini meining, tí hippocampus hevur samband við minnir meðan medial prefrontal cortex hjálpur okkum at skilja nær vandi er á ferð og ikki.
Vísindafólki prøvaði so, við DREADD heilivági, at kanna um tað bar til at stýra hesum ótta og steðga neuronunum at senda boð út í prefrontal cortex. Tað riggaði sum ætlað, eftir at hava fingið heilivágin, sendu nucleus reuniens sum vant “boð” frá hippocampus, men ikki víðari út í prefrontal cortex. Hetta hevði við sær, at eingin ótti bleiv framkallaður, tí neuronirnar út í prefrontal cortex bóru ikki “boðini” víðari.
Hildi verður at hetta kann verða eitt stig til heiluvág, sum kann hjálpa fólki við PTSD, men tað krevst meira gransking enn so, tí tá skal man steðga ótta ið kemst av ávísum grundum og ikki øllum ótta sum heild.