Framstig í SAS-samráðingunum

Nú eru ávísar vónir um, at skandinaviska flogfelagið SAS fer at halda fram.

Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið handaði flogskiparafelagið leiðsluni í SAS eitt tilboð, sum sambært samráðingarleiðarunum hjá flogskiparunum gongur leiðsluni á møti.

Í gjárkvøldið boðaði felagið hjá teimum donsku starvsfólkunum frá, at framstig vóru í samráðingunum, og at báðir partar høvdu víst størri vilja til at finna eina loysn.

SAS hevur boðsent nevndini til fundar í dag at taka støðu til, um grundarlag er fyri at lata felagið halda fram, men tað er ikki greitt, nær í dag fundurin verður. SAS-leiðslan segði í gjárkvøldið, at hon kundi ikki veita vissu fyri, at flogførini hjá felagnum flúgva í morgin.

-Vit kunnu ikki siga, um vit fara at flúgva í framtíðini. Sunnudagin avger nevndin, hvussu framtíðin verður, segði talskvinnan Elisabeth Merzi við svenska blaðið Expressen.