Hvat feilar Kristian Magnussen? Í grein í Sosialinum leygardagin sigur hann, at "..hóast vit hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, eru ikki stórvegis ábøtur gjørdar innan almanna- og heilsuøkið og skúlaverkið." Hesum verði eg noyddur at afturvísa, tí seinasta árið eru ítøkilig framstig hend.
Stór framstig í sjúkrahúsverkinum
Komandi ár letur ein nýggjur sjúkrahúsbygningur upp. Ein íløga fyri uml. 200 mill. kr. við innmati. Eitt stórt framstig fyri føroyska sjúkrahúsverkið, sum kemur at hækka tænastuna til sjúklingin munandi. Og útbyggingin heldur fram, um verandi samgonga heldur fram, við 35 mill. árliga í nógv ár framyvir, so niðurslitnu bygningarnir verða umvældir. Eisini er ætlanin at seta skjøtil á útbygging í Klaksvík í 2005.
Psykiatri
Støðan hjá teimum sálarsjúku hevur í mong tíggju ár verið vanærislig. Ongin politiskur vilji hevur verið at lyfta hond frá síðu í hesum máli. Men nú er gongd komin á - vónandi - tí nú eru fyri fyrstu ferð settur peningur av til at fara undir økispsykiatri. Sosialpsykiatriin er eisini undir uppbygging, samstundis sum farið er undr at dagføra lógarverkið.
Heilsuskipan
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er farið í skrell, eru 5 mill. settar av til eina heilsuskipan fyri alt heilsuverkið. Hetta arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at komandi ár verður farið undir at seta fyrstu partar av hesi í verk til miklan bata fyri bæði sjúklingin og heilsustarvsfólk umframt politisku skipanina. Fyriliggjandi útgreiningararbeiði, sum í hesum árinum er gjørt, vísir á gongdar leiðir, og vóni eg, at hildið verður fram við hesum arbeiði.
Útbúgving av læknum
Fleiri pengar eru settir av til útbúgvingarpartin. Serliga við atliti til kommunulæknatørvin, sum øll vita um er stórur. Hví man ikki fyri fleiri árum síðani hevur sæð skeivu gongdina, er mær ein gáta, men nú eru so ítøkilig stig tikin til at broyta skeivu gongdina. Vónandi verður ringasta trýstið á kommunulæknaøkinum av, tá við koma nakað inn í 2005. Eisini er ein nýggj vaktarskipan á veg, sum skal bøta um stressand vaktarviðurskiftini.
Skúlalæknaskipan
Ein nýggj lóg um skúlalækna fyri allar Føroyar er liðug og hevur verið til hoyringar. Verður hendan samtykt, verður hetta til stóran bata fyri hetta økið, sum hevur vanrøkt í nógv ár.
Sjúkraflutningstænastan
Støðan við sjúkrabilum er betri enn nakrantíð, nú flestu økir hava nýggjar ella næstan nýggjar sjúkrabilar.
Ílegugransking
Lógin um ílegugransking er klár at senda til hoyringar, og verður hendan eitt týðandi framstig fyri alt heilsuøkið, um hon verður samtykt.
Fólkaheilsupolitikkur
Her eru ítøkilig stig tikin, sum eg skal nema við í aðrari grein.
Samanumtikið sigur Kristian Magnussen sera ósatt, tá hann sigur, at lítið og onki er hent á heilsuøkinum. Fyri at lesarin ikki skal møðast av einum ov longum lesarabrævi, havi eg ikki kunnað nevnt fleiri økir afturat, sum ábøtur eisini eru framdar á.









