Framsókn stuðlar samkyndum hjúnalag

Velur tú Framsókn, so velur tú ein flokk, sum ongur inn fyri, at samkynd kunnu giftast, sigur Poul Michelsen

Hóast tað hevur verið borið fram, at Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen sum einstaklingar leggja lógaruppskotið fram um at samkynd skulu kunna ganga saman í borgarligt hjúnalag, so er støðan ikki tann sama hjá teimum øllum.

 

– Eg vil fegin leggja dent á, at tað er Framsókn sum fyri mítt viðkomandi stendur aftarn fyri uppskotið, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri framsókn.

 

Poul Michelsen, sum einsamallur umboðar Framsókn á tingi sigur, at hetta fyri Framsókn er eitt floksmál og ikki ein einstaklingsmál.

 

– Veljarin skal vita, at atkvøður hann fyri Framsókn, so velur hann ein flokk, sum gongur inn fyri, at samkynd skulu kunna giftast, sigur Poul Michelsen.

 

Enn er málið ikki lagt fyri tingi. Men sum in.fo skilir, so verður tað lagt fram seinni á tingfundinum í dag.