Framsókn roynir enn einaferð við uppskoti

Tvær ferðir hetta valskeiði hevur Framsókn lagt uppskot fyri tingið, um at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk.

 

Manglandi lógarverk á økinum letur í  alt  ov  stóran  mun  upp  fyri  møguleikanum  at  føra  ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk.

 

Serliga í góðum tíðum ber til at brúka meira pening enn gott er, tí tað vísir seg sjáldan, fyrr enn tíðirnar aftur venda, at javnvág ikki er ímillum inntøkur og útreiðslur.

 

Aftur og aftur verða vit í frágreiðingum frá Fíggjarmálaráðnum og Búskaparráðnum mint  á  haldførisavbjóðingina  í  føroyska  búskapinum. 

 

Serliga  tá  val  nærkast,  síggja  vit, at útreiðslurnar hava lyndi at vaksa ógvusliga, kanska tí tað er størri politiskur vinningur í at brúka pengar, heldur enn at spara pengar.  Sagt við øðrum orðum, loysir tað seg ikki altíð politiskt at føra ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.

 

Vit síggja haraftrat, at uttan mun til hvør situr í stjórn, megna tey ikki at halda tey fíggjarligu málini, tey  seta  sær  sjálvum,  tí  stórt  trýst  á  vælferðartænastur  uttan  nakað  bindandi  útreiðsluloft  hevur  við  sær,  at fíggjarliga haldførið skeiklast. Hetta er greið ábending um, at okkum manglar fíggjarpolitiskt regluverk, sum gevur politisku skipanini eina eintýdda fatan av faktuellu fíggjarstøðu landsins, og sum samtíðis kann styrkja álitið á landsins fíggjarstýring.

 

Nú Búskaparráðið hevur víst á tørvin, fer Framsókn enn einaferð at leggja uppskot fram um at seta í verk fíggjarligt regluverk. Kanska tað eydnast hesa ferð, nú tað er skorið so ítøkiliga út í papp.

 

 

 

Ruth Vang

 

Forkvinna í Framsókn