Framsókn og Miðflokkurin størstu framgongd

Tríggir av teimum fýra størru flokkunum standa í stað í mun til fólkatingsvalið. Men hjá Sambandsflokkinum, Framsókn og Miðflokkinum eru stórar broytingar

 

Í kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin átta dagar eftir fólkatingsvalið standa Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í stað, meðan Sambandsflokkurin hevur stóra afturgongd.

Miðflokkurin og Framsókn hava stóra framgongd, men tað framvegis einki stendur til hjá Sjálvstýri.

Tað er ikki óvanligt, at Sambandsflokkurin fær eitt nógv betri fólkatingsval enn løgtingsval, hóast bara fáir mánaðir eru millum valini. Soleiðis hevur tað verið seinastu tríggjar ferðirnar, í 2019, í 2015 og í 2011, meðan munurin ikki er so eyðsýndur hjá hinum flokkunum.

 

Munurin á fólkatingsvali og løgtingsvali hjá Sambandsflokkinum hevur seinastu tríggjar ferðirnar verið -8,1 prosentstig, -4,5 prosentstig og 6,1 prosentstig. Sambært kanningini hjá spyr.fo hesaferð er munurin -9,5 prosentstig, sum er munandi meira enn á seinastu valunum. Og hesaferð eru bara átta dagar frá fólkatingsvalinum til veljarakanningina.

 

  

Fólkating

 
 

Løgting

 
 
 

2019

 
 

28,3

 
 

20,2

 
 

-8,1

 
 

2015

 
 

23,2

 
 

18,7

 
 

-4,5

 
 

2011

 
 

30,8

 
 

24,7

 
 

-6,1

 

 

Men nógv er broytt síðani handan kanningin var gjørd. Tað bøtir neyvan um støðuna hjá Fólkaflokkinum, at flokkurin er skrædnaður, síðani kanningin varð gjørd. Men tað síggja vit ikki, fyrr enn onnur kanning kemur.

Munurin millum úrslitið á fólkatingsvalinum 31. oktober og kanningina 8. november sæst niðanfyri:

 

 

Flokkur

 
 

Fólkatingvsval 2022

 
 

kanning 8. nov. 22

 
 

Fólkaflokkurin

 
 

15,5

 
 

16,4

 
 

0,9

 
 

Sambandsflokkurin

 
 

30,2

 
 

20,7

 
 

-9,5

 
 

Javnaðarflokkurin

 
 

28,2

 
 

27,3

 
 

-0,9

 
 

Sjálvstýri

 
   

1,6

 
 

1,6

 
 

Tjóðveldi

 
  

18,1

 
 

19

 
 

0,9

 
 

Framsókn

 
  

3,4

 
 

7

 
 

3,6

 
 

Miðflokkurin

 
 

4,5

 
 

8

 
 

3,5