Framsókn ella Sjálvsókn

Til seinasta val varð nýggjur politiskur flokkur stovnaður, Framsókn kallaður. Aðalmál floksins tykist vera persónligt frælsi fyri einhvønn prís. Lógir, sum avmarka rásarúm hins einstaka, skulu fara úr gildi; og lógir, sum geva einstaklinginum óavmarkað albogarúm, skulu samtykkjast. Um eg búði einsamallur á oydnari oyggj, kundi eg verið samdur við Framsókn. Tí tankin um at kunna hóreiggja sær, sum einum sjálvum lystir, livir upp til allar dreymar hins sjálvsøkna. Og sjálvsøkni er tíverri ein íborin tregi hjá mannabørnum.

 

Men ongin er einbúgvi. Vit liva øll í samfelagi hvør við annan og avmarka soleiðis albogarúmið hjá hvørjum øðrum. Góðar reglur fyri eitt samfelag er samhaldsfesti. Samhaldsfesti merkir í stuttum, at tey, sum eru sterk, slaka í egnum krøvum til frama fyri tey veikaru.

 

Miðflokkurin hámetir frælsi hins einstaka til at hugsa, tala og virka frítt. Men persónligt frælsi kann ikki vera fyri einhvønn prís. Um prísurin verður eitt samfelag, har sjálvsøkni gongur fram um virðingina fyri næstanum, verður prísurin ov høgur. Tá selja vit sál og samhuga fyri sjálvsøkni.

 

Rúsdrekkalógin

Rúsdrekkauppskot Framsóknar setir sjálvsøkni í hásæti. Sjálvsøkni teirra, sum undir herrópinum persónligt frælsi vilja útvega sær sterkan løg, har tey annars gerandis keypa fisk, fars og frukt. Soleiðis koma hesi við víðkaðum persónligum frælsi at skerja frælsi teirra mongu, sum vilja verja síni børn frá at síggja rúsdrekka sum gerandisvøru.

 

Í spurninginum um rúsdrekka er ongin ivi um, hvør er veikur, og hvør er sterkur. Børnini eru tey veiku, teimum tørvar vernd. Vit vaksnu eru tey sterku, vit skulu verja børnini. Og tað er samfelagsins uppgáva at verja børnini. Tað gera vit ikki, um vit í spurninginum um fría atgongd til rúsdrekka geva teimum vaksnu viðhald og lata børnini gjalda prísin.

 

Ómyndug børn

Framsókn sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at “í dag hoyrir tað ongastaðni heima, at vaksin fólk skulu viðfarast sum ómyndug børn”. Áhugavert argument. Tí mong kunnu, aftaná at gerandisvørunar eru komnar ríkiliga niðurum, hóskandi samanberast við ómyndug børn. Tíverri eru nøkur teirra, sum vilja hava lættari atgongd til sterkari øl og vín afturvið steikini,  impulskeyparar. Tað vil siga fólk, sum uttan at ætla tað frammanundan, keypa rúsdrekka, tá tey nú allíkavæl eru til handils. Tá tey hava fingið fyrsta og annað glasið afturvið matinum niðurum, byrjar umbroytingin frá at vera vaksin til at gerast børn. Fyrst missa tey reaktiónsevnini, sum m.a. tekur teirra førleika at koyra bil, júst sum tey undir 18. Tá triðja og fjórða glasið er fingið niðurum, byrja tey alt meiri at minna um fjákutar tannáringar í yngra endanum. Aftaná enn meiri gerandisvørur yngjast tey enn meir. Teirra prát verður at líkna við 6-8 ára gomul. Tey gerast børn og byrja at tosa sannleika. Ymiskt, sum tey aldri kundu funnið uppá at sagt í edrúari støðu, verður so við og við varpað fram á torg. Og sum kvøldið gongur og enn meiri kemur niðurum av gerandisvørunum úr FK ella Bónus, verða tey smábørn. Nøkur gerast sum 1 ára gomul, sum júst eru byrjað at stetla. Fetini gerast ótrygg og nøkur detta. Onnur gerast enntá sum nýføðingar, tey bøvsa, sleva og hista; og hjá teimum við mest persónligum frælsi renna gerandisvørurnar ótamdar uppaftur. Jú sanniliga gerast tey, júst sum Framsókn lýsir tað so beinrakið, ómyndug børn. Tí man tað eisini vera á eini leið, at vit fara við teimum hareftir.

 

Atgongd

Allar kanningar prógva, at lættari atgongd økir um nýtsluna. Tí hava norðanlond, Danmark undantikið, meir og minni hildið fast um, at rúsdrekka bert skal seljast á ávísum støðum og ikki saman við øðrum gerandisvørum. Framsókn váttar í uppskotinum, at einkarsølan hevur tamt føroyingar, so teir nú duga sær hógv. Víst verður skilagott á, at føroyingar ikki drekka meiri, síðani einkarsølan varð stovnsett. Hetta burdi verið besta grundgevingin fyri, at Framsókn heldur fast um einkarsøluskipanina. Men Framsókn trýr ikki sínum egnu grundgevingum. Tí seinni í viðmerkingunum verður hildið lítið um einkarsølu, sum nú verður kallað formyndarí. Og at fólk verða sett undir umsiting. Álvaratos, frí atgongd til at keypa alt, tú hevur hug til í øllum Rúsum í landinum allar gerandisdagar í árinum, kann tað kallast formyndarí??

 

Við uppskoti Framsóknar fara føroyingar at drekka meiri, tí atgongdin víðkast. Impulskeypini økjast til miklan ampa og sorg fyri tey, sum eru veik fyri rúsdrekka. Men tað leggur Framsókn ikki tað stóra í, tí persónliga frælsið er hátthevjaða málið. Í botn og grund heldur Framsókn, at fólk skulu hava persónligt frælsi at gerast alkoholikarar. Og tí skulu tey, sum duga sær hógv, ikki noyðast at seta seta til viks síni egnu ynski um at kunna keypa rúsdrekka í matvøruhandlum. Tey persónliga frælsu skulu ikki noyðast at vera samhaldsføst og seta ein part av sínum egna sjálvsøkni til síðis fyri at veita teimum eina hjálpandi hond, sum detta útí, bara tey síggja eina fløsku. Mind your own business, tykist hugburðurin at vera. Farvæl samhaldsfesti.

 

Spurnarkanningar

Framsókn vísir í viðmerkingunum til rúsdrekkauppskotið til eina spurnarkanning í 2014, har meirilutin av Føroya fólki vil hava rúsdrekka út í handlarnar. Tað er ókeypis at vísa til spurnarkanningar. Serliga tá spurt verður um, hvat fólk kundu hugsað sær av hesum og hasum. Vit kundu t.d. biðið Gallup spurt 500 fólk, um tey vildu gerast millióningar. Eg vænti, at eini 90% høvdu svarað ja. Skuldi so Framsókn lagt uppskot fyri Tingið um, at øll skulu gerast millióningar? Ein kanning, sum uttan at seta rúsdrekkaspurningin í perspektiv, er fullkomiliga óálítandi. Tí tey, sum kenna sviðan av rúsdrekka eru ongantíð meirilutin. Og børnini, sum gjalda hægsta prísin, verða als ikki spurd. Men eiga tey veiku ongan rætt? Og eiga børnini ongan rætt? Samhaldsfesti er, at tá ein limur líður, líða allir limirnir. Men ikki hjá Framsókn. Tí sjálvsøkni spyr ikki um næstan. Eg, meg, mær og mítt persónliga frælsi eru lyklaorðini, og so mugu tey, sum líða, bara royna sum frægast.

 

Vónandi vinnur slíkur politikkur ikki undirtøku til komandi løgtingsval.

 

Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin