Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, tá hon legði fram valskrá floksins til løgtingsvalið á tíðindafundi á Hotel Hafnia í dag.
– Tað gongur væl í Føroyum. Vit eru eitt av heimsins ríkastu londum, har stóri bulurin av fólkinum hevur tað gott og arbeiði er til allar hendur. Samfelagið er ment og útbygt á stórt sæð øllum økjum og almenna skuldin er enn lág – og tó - hóast hesar góðu fortreytir, liggur ein óloyst haldførisavbjóðing fyri framman, har útreiðslurnar renna undan inntøkunum.
– Neyðug tøk skulu takast fyri at fáa javnvág í. Tað krevur dirvi og støðufesti, men tað letur seg væl gera, segði Ruth Vang.
Hon boðaði eisini frá, at Framsókn ikki stillar upp til fólkatingsvalið.
Í valskránni hjá Framsókn stendur, at:
• Nýskapanir skulu fremjast, so meiri fæst fyri hvørja krónu.
• Dupultfunktiónir skulu skerast burtur og almennar uppgávur skulu røkjast í størri eindum.
• Fíggjarpolitiskt regluverk skal setast í verk.
• Sett verður eitt hámark fyri setan av almennum fyrisitingarligum størvum.
• Pensjónsskipanin skal tillagast og gerast meiri smidlig, so hon loftar broyttu fólkasamansetingini og tørvinum hjá tí einstaka.
• Nýggir skattir og avgjøld verða ikki sett í verk. Verandi landskassainntøkur skulu hinvegin gagnýtast munandi betur.
• Ein veruleikakend langtíðar íløguætlan skal gerast.
• Tálmandi fíggjarpolitikkurin heldur fram.
##med2##
Fyri at fáa unga fólkið at støðast , taka útbúgvingar í Føroyum og onnur at koma heimaftur heldur flokkurin, attað skal vera ein fyrimunur hjá føroyingum at flyta heim aftur, og tað skal vera lætt at stovna familju.
• Útboðið av útbúgvingum skal víðkast – serliga vinnuvendar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar.
• Lesandi í Føroyum fáa líknandi skattafrímunir, sum lesandi føroyingar fáa í Danmark.
• Føroyingar sum flyta heim eftir loknan lesnað fáa tíðaravmarkaðan skattalætta.
• Hámarkið fyri barsilsútgjaldið úr 32.000 kr. upp í 40.000 kr., og skipanin verður gjørd smidligari.
##med3##
Flokkurin heldur, at størsta avbjóðingin í føroyska samfelagnum er bústaðartrøtið. Skeiklaði bústaðarmarknaðurin er ein fløskuhálsur fyri tilflyting og vøkstur. Fyrst er at viðurkenna at avbjóðingin er samansett, men at tað í størstan mun snýr seg um at fáa útboðið at svara til stóra eftirspurningin.
• Miðvíst samstarv millum vinnu, kommunur og land skal fremja skjóta bústaðarbygging við prísum, har tey flestu kunnu vera við.
• Alt regluverk, ið fevnir um bygging, skal gerast smidligari – frá matrikulering til byggiloyvi og byggikunngerð.
• Vit innføra eina viðgerðartíð fyri byggiloyvi innan ávísa freist.
• Felagið Bústaðir skal næstu árini byggja ungdóms- og eldarbústaðir burturav.
• Ein løggilding av handverksmeistarum verður sett í verk.
• Rentustøðin skal niðurlagast yvir eitt longri áramál.
##med4##
Flokkurin heldur, at vit í Føroyum skulu vaksa um búskapain.
– Góðir vinnukarmar skunda undir búskaparvøkstur og stimbra íverksetan og arbeiðsútboð.
• Vaksandi skattatrýstið skal steðga – mørkini í inntøkuskattinum skulu javnast.
• Óneyðugar og dýrkandi reglur verða avtiknar.
• Tilmælini í Vøkstarforum verða framhaldandi sett í verk.
• Fokus eigur at verða sett á at stimbra nýggjar vinnuvegir sum KT, ferðavinnu, shipping, grøna orkuskiftið og rúmdarvinnu.
• Skundast skal undir at troyta føroyskt náttúrutilfeingi, sum olju, gass og sjáldsamar mineralir á havbotninum.
• Ein heildarætlan verður gjørd fyri vitlíki.
• Vit skulu skunda undir grøna orkuframleiðslu – tað skal gerast lættari hjá privatum at framleiða inn á orkukervið hjá SEV.
##med5##
Og ser tað tjóðarsemjan, at Føroyar skulu verða sjálvstøðug tjóð, í einum nýggjum samstarvi við Danmark. Framsókn tekur undir við millumflokka tjóðarsemiuni, og arbeiðast skal víðari út frá henni, stendur í valskránni. Tað er semjan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn, Fólkaflokkin og Miðflokkin, ið sipað verður til, sum arbeiða ímóti eina ríkjafelagsskapi, har londini í ríkisfelagsskapinum verða sjávlstøðug ríki í einum ríkjafelagsskapi.
Flokkurin heldur, at:
• Rættarskipanin skal yvirtakast.
• Føroyar skulu arbeiða fyri at fáa fleiri handilssáttmálar – limaskapur í EFTA skal roynast.
• Føroyar skulu hava størri ábyrgd av verju- og trygdarpolitikki, í tøttum samstarvi við Danmark og NATO.
• Hetta verður seinasta fólkatingsval – eftir komandi setu verða føroysku fólkatingssessirnir avtiknir.
Framsókn heldur, at útlendingar geva eitt neyðugt og jaligt íkast til búskap okkara, mentan og samfelag.
– Uttan hesi fólk, var nógv virksemi munandi skert í Føroyum. Men vit skulu ikki vera bangin fyri at seta treytir, tí Føroyar, okkara mál og mentan eru viðbreknar.
##med6##
Tí heldur flokkurin, at:
• Neyvt eftirlit skal vera við útlendingum sum flyta til Føroya, herundir krav um revsiváttan.
• Útlendingar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi fáa ikki rætt til samfylgjandi familju fyrr enn 3 ár eru liðin.
• Krav um málførleikar verða settir, tá umsøkjarar av arbeiðs- og uppihaldsloyvi søkja fyri 3. ferð.
• Leypandi skattalættar skulu stimbra føroyska arbeiðsútboðið.
• Mótrokningarmarkið í fólkapensjónini skal javnast svarandi til lønarvøksturin.
















