Framskygdur eldrapolitikkur raðfestast frammarlaga

Tað er í tøkum tíma at tilrætta eldrapolitikkin fyri tey næstu nógvu árini. Tey gomlu hava vánaligar umstøður, og tær fara alsamt at versna, um vit einki gera nú

Skulu vit gleða okkum at blíva gomul í Føroyum?

Nógv verður gjørt at fáa føroysku hagtølini fyri fólkaheilsu og livialdur so góð sum møguligt, sum t.d. at betra um fólkaheilsuna sum heild, og sitandi landstýrismaður í heilsumálum Hans Pauli Strøm eigur tøkk fyri tey tiltøk, hann hevur sett í verk.

Men stóri spurningurin er so, um tað verður gjørt nóg mikið og nóg gott fyri tey eldru í Føroyum, t.v.s. tey yvir 67 ár. Verður nóg mikið av peningi sett av á eldrapolitiska økinum, soleiðis at tørvurin hjá teim eldru verður nøktaður? Verður t.d nóg mikið gjørt, so tey eldru kunnu vera so leingi sum gjørligt í egnum heimi? Eru nóg nógv røktar- og sambýlispláss allastaðni í Føroyum? Ella stutt sagt:

Skulu vit sum eru í mínum aldursbólki, gleða okkum at gerast gomul í Føroyum ?

Um eg hevði farið út á gøtuna at spyrja mín aldursbólk, eri eg stórliga bangin fyri, at svarið er NEI, tí støðan hjá teim gomlu í dag í Føroyum er í nógvum førum ikki " heilsuliga og samfelagsliga ráðilig", sum tað so vakurt stendur á heimasíðuni hjá Nærverkinum. Á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu stendur at lesa, at tey hava ætlanir um at byggja nýtt røktarheim til 24 fólk, samstundis sum tann akutti tørvurin er 100 røtkarheimspláss í Suðurstreymi.

Í dag eru 12% ella 5.755 fólk í Føroyum yvir 67 ár (kelda: Hagstova Føroya)og hesin aldursbólkur verður ikki minni í bræði, samstundis sum tað verða færri og færri hendur (fyri tað mesta KVINNUhendur) at hjálpa hesum aldursbólki, so her verður tørvur á at hugsa ørðvísi.

Vit mugu ansa eftir, at útbýgt verður eftir tørvi og ikki eftir politiskum ambitiónum.

Vit mugu gera tað meira spennandi at arbeiða á hesum øki, og vit mugu virða hetta øki

-kvinnuøki- nógv meira.

Vit mugu hyggja eftir, um okkara skipanir eru ov stirvnar?

Vit mugu hugsa um tað privata vinnulívið kundi spælt einhvønn leiklut á hesum øki, soleiðis at tey eldru fáa meira sjálvræði á, hvørja hjálp teimum tørvar og hvat tey ynskja og møguliga vilja gjalda sjálvi.

Nei, vit gleða okkum ikki at blíva gomul í Føroyum undir verandi umstøðum, men vit í Tjóðveldi, vilja gera tað væl betur.

Vilt tú? Eg vil!