Ein fyribyrgdur trupulleiki sæst sjálvandi ikki. Tað kann verða ringt at fáa játtan »til einki«. Trúvirðið spolerast eisini av lítið virksomum tiltøkum. Alt er sjálvandi ikki svart/hvítt, men kanningar uttan uppfylging og problemloysing nytta lítið.
Primær fyribyrging er at nýta orku til ikki komnar hendingar, sum endamálið er at útseta ella sum helst als ikki skulu koma. Sekundær fyribyrging snýr seg um trupulleikar, sum verða hildnir niðri í álvarsemi og fyri at teir ikki skulu koma aftur.
Tað eru góðar grundir til at skjóta upp eina framskygda økisterapi. Eina verkætlan, sum eftirhondini verður ment við nógvum streingjum. Londini uttan um okkum hava fyri langari tíð síðani byrjað líknandi veitingar til sínar borgarar. Í londum, sum vit samanbera okkum við, er økisterapi eitt ábyrgdarøki hjá kommununum.
Býtið av eldraøkinum millum land og kommunur er í løtuni á dagsskrá hjá okkum. Vónandi vilja luttakararnir í bólkinum, sum viðgera málið, taka hetta brævið í álvara. Økisterapi eigur at fevna um allar aldrar og samfelagsliga víða. Smábørn, skúlabørn, vinnulívið umframt sjálvandi eisini tarnað og tarnaðarhótt í øllum aldri. Vónandi fær Tórshavnar Kommuna sítt eldraøkið at umsita og at neyðugu pengarnir sjálvandi fylgja við. Men framskylgdu íløgurnar mugu ikki steðga har.
Jónas Johnsson,
valevni hjá
Sjálvstýrisflokkinum










