Framskundað U17-venjing

Flogbóltur - FM-finalurnar flyta venjing til norðurlendska kapping í heyst

Fyrireikingarnar hjá U17-gentu­landsliðnum í flogbólti til NEVZA Championships-kapp­ingina, sum verður um mánaðar­skiftið sep­tember/oktober, eru byrjaðar. Nú leygar­dagin skulu genturnar, sum eru frá árgangi 1994 til 1996, venja í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn frá klokkan 15.30 til 18.30.
Upprunaliga skuldi venjingin verða leygardagin 27. mars, men av tí at tá er FM-finala í Eikliguni og fleiri av U17-spælarunum kunnu hugsast at vilja stuðla sínum liðum í FM-finalunum, hevur lands­liðs­venjarin, Rosa Jacobsen, gjørt av at framskunda venjingina.
NEVZA er stytting fyri »The Northern European Volleyball Zonal Association« og er samstarv mill­um norska, svenska, finska, danska, íslendska og føroyska flog­bóltssambandið, sum hevur verið síðani 2003.
Í løtuni hava føroyingar for­mans­skapin í NEVZA.