Toppdystir hjá bæði monnum og kvinnum eru framskundaðir frá sunnudegnum til leygardagin. Talan er um kvinnudystin millum Neistan og Stjørnuna og um mansdystin millum Neistan og VÍF. Upprunaliga ásetingin staðfesti, at dystirnir skuldu spælast sunnudagin, men hetta er nú framskundað til leygardagin ístaðin.
Kvinnudysturin byrjar klokkan 14.30 og mansdysturin klokkan 16. Dómarar í báðum dystunum verða Hannis & Uni Wardum.










