Tveir dystir millum Mjølnir og Fleyr í Eikliguni hjá kvinnum og monnum, sum skuldu verða í KÍ-høllini leygardagin, eru framskundaðir og fluttir í Badmintonhøllina í staðin.
Kvinnudysturin er framskundaður til í kvøld klokkan 20, og hóast mansdysturin framvegis verður leygardagin, er hann fluttur frá seinnapartinum til leygarmorgunin klokkan 11.
Somuleiðis er dysturin millum TB og Mjølnir í Eikliguni hjá kvinnum framskundaður frá leygardegnum 14. mars til leygardagin 8. mars klokkan 14.