Framskunda eftirmeting av yvirtøku

Skjøtul skal nú setast á arbeiðið at eftirmeta eldrarøkið, eftir at kommunurnar yvirtóku økið í fjør.

Longu næsta ár skal gongd setast á arbeiðið at eftirmeta eldraøkið, eftir at kommunurnar yvirtóku tað í 2015. Tað hava landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen, lansstýriskvinna í almannamálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, gjørt av.


Tá økið bleiv lagt út til kommunurnar í 2015, varð annars ásett, at ein eftirmeting skuldi gerast av løgtingslógini um heimatænastu og eldrarøkt v.m. í 2020, men tað arbeiðið hava landsstýriskvinnurnar nú valt at framskunda við tveimum árum. Tað boða tær frá í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.


- Serliga er tað afturberingarleisturin, markamótini millum land og kommunu, kommunalu samstarvsøkini og mannagongdin, tá røktarkrevjandi borgarar flyta millum kommunurnar, ið landsstýriskvinnurnar eru samdar um, at tørvur er á at eftirmeta, verður upplýst í tíðindaskrivinum.